Í nátt hevur tað verið rætiliga lítið av fólki í býnum og tað hevur verið bæði stilt og friðarligt. Tað sigur løgreglan, nú leygarnáttin er farin aftur um.
Seinasta vikuskifti var rættiliga nógv fólk í býnum og tá varð víst á, at korona-tilmælini um frástøðu, vórðu ikki hildin, tí fólk stóðu sum sild í tunnu á skeinkistøðunum.
Men fyribils hevur støðan verið heilt øðrvísi hetta vikuskifti, tí løgreglan sigur, at tað var lítið fólk í býnum. Í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggar metti løgreglan, at eini 70 fólk vóru inni á skeinkistøðunum, tilsamans,
Eftir seinasta vikuskifti harmaðist myndugleika – persónar um støðuna, tí tilmælini um koronu vórðu ikki hildin og í gjár ávaraði ráðgevarin í koronu, Pál Weihe, um støðuna, tí hann førdi fram, at tað, sum fór fram seinasta vikuskifti skuldi helst ikki endurtaka seg aftur.
Hann vísti á, at vit eru í eini sera góðari støðu, og hann heldur, at tað hevði verið stórt spell at beint fyri øllum við at stúgva okkum saman á skeinkistøðum. Hann ávarar um, at tað er ein rættiliga stórur smittuvandi í tí. Bara tað er ein superspjaðari til staðar, er alt oyðilagt, tí tá kunnu vit vera um ein háls, áðrenn vit vita av, segði hann í gjár.
LES MEIRI UM TAÐ HER: Tað má ikki endurtaka seg hetta vikuskifti