Á Norðoyastevnu var tað so tepurt, sum tað ber til at vera. Ta ferðina var tað Blikur av Argjum, sum akkurát vann frammanfyri Royndina Fríðu úr Vági.
Á Sundalagsstevnu í dag tók tað langa tíð at leggja bátarnar. Men tá ið tað endiliga eydnaðist at senda bátarnar avstað, var tað skjótt, at Vágs dreingir stungu seg fram um hinar. Royndir Fríða helt seg frammanfyri hinar allan teinin, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd.
Blikur, sum var fremstur í Klaksvík, fekk ikki so góðan start, men tað eydnaðist argjadreingjum at vinna seg fram á næstfremsta plássið.
Suðuroyingar gjørdu rættuliga um seg, tí Firvaldur endaði á triðja plássi.
1 Royndin Fríða 05:22.22
2 Blikur 05:24.15
3 Firvaldur 05:26.06
4 Svanur 05:29.06
5 Teistin 05:30.03
6 Jallurin 05:32.04
7 Sílið 05:34.20
8 Junkarin 05:38.17
9 Beinta 05:51.08
1 Blikur 13
2 Royndin Fríða 13
3 Teistin 7
4 Jallurin 7
5 Svanur 6
6 Firvaldur 5
7 Sílið 4
8 Junkarin 1
9 Beinta 0