Stjórar mugu hava rætt at kanna starvsfólk

Arbeiðsgevarar vilja hava rætt til at hava eftirlit við, hvussu starvsfólk brúka internet, teldupost og telefon á arbeiðsplássinum

Eftirlit

 

- Abeiðsgevarar mugu hava rætt til at kanna nýtsluna hjá starvsfólki av interneti, telduposti og telefon.

Tað heldur stjórin í Vinnuhúsinum.

Jan Mortensen heldur, at í Sosialinum fríggjadagin, fór Dátueftirlitið ov langt í tulkingini av, hvat virkisleiðslur kunnu loyva sær at eftirkanna av elektroniska samskiftinum hjá starvsfólki.

- Vit kunnu bara staðfesta, at soleiðis sum vit tulka Dátueftirlitið, eru reglarnar í Føroyum strangari enn í okkara grannalondum.

Tí sigur hann, at Vinnuhúsið fer at biðja um fund við Dátueftirlitið fyri at fáa greiði á, hvørja støðu, tað hevur til spurningin.

Higartil hevur Vinnuhúsið arbeitt eftir somu leiðbeiningum, sum størsta danska arbeiðsgevarafelagið, Dansk Industri, brúkar.

- Men hevur føroyska Dátueftirlitið eina strangari uppfatan av støðuni, er neyðugt at vit fáa greiði á tí, sigur Jan Mortensen.

 

Greiðar reglar

Hann sigur, at tað besta er, at fyritøkur hava ein greiðan politikk á økinum og gera greiðar reglar fyri nýtsluni hjá starvsfólki av interneti, telduposti og telefon.

- Tá ið fólk verða sett í starv, eiga tey beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi og skyldur tey hava og hvat tey kunnu loyva sær. Tey eiga eisini at fáa at greitt at vita, tá ið tey verða sett í starv, at

teldubrøv og internetnýtsla kann verða eftirkannað og at øll brøv, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri virkið, kunnu lesast.

- Fleiri virkir lata nú starvsfólkið vátta skrivliga, at tey góðtaka hesar reglur fyri nýtsluna av telduni.

Hann sigur, at finnast ongar slíkar leiðreglur á fyritøkunum, kunnu starvsfólk vera í góðari trúgv og tað kann eisini verða ein trupulleiki.

 

Nógvar orsøkir

Jan Mortensen staðfestir, at ein arbeiðsgevari kann hava nógvar orsøkir til at eftirkanna elektroniska samskifti hjá starvsfólki.

- Fyrr, tá ið øll sendu brøv og fax, var alt samskiftið við eitt ávíst stað í fyritøkuni og fólk høvdu til arbeiðis at arkivera brøvini.

- Við teldupostinum er samskiftið beinleiðis til og frá tí einstaka starvsfólkinum á virkinum. Hetta hevur sjálvandi fyrimunir, men kann eisini elva til trupulleikar. Men tað er sjálvsagt, at tað er neyðugt at broyta arbeiðsgongdir fyri at tryggja, at týdningarmikið samskifti verður goymt, og ikki endar sum ’privat’ samskifti hjá tí einstaka starvsfólkinum.

Jan Mortensen sigur, at hendan nýggja tíðin hevur eisini reist spurningar um privat samskifti hjá starvsfólki.

- Tað skerst ikki burtur, at nógvastaðni á arbeiðsplássum, verða teldupostur, telefon og internet eisini nýtt til privat samskifti.

Internetið kann verða eitt hent arbeiðsamboð, men verður tað brúkt til undirhald í arbeiðstíðini, er tað sum at seta sjónvarp upp á hvørjum skriviborði.

Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at útfrá dómum og lógum, hava arbeiðsgevarar í Danmark gjørt eina leiðbeining um, hvønn rætt, arbeiðsgevarar hava at fylgja við nýtsluni av telduposti og interneti í arbeiðstíðini.

- Fleiri orsøkum kunnu vera til, at tað er neyðugt at fylgja við. Ein orsøk er trygdin. Herjar virus á netinum, er neyðugt at staðfesta, hvør hevur fingið ella latið tað upp og hvaðani tað kemur.

Ein onnur týðandi orsøk kann vera sjálvt virksemið hjá fyritøkuni.

- Er eitt starvsfólk sjúkt ella í feriu, kann vera neyðugt at lesa teldubrøv hjá tí fyri ikki at missa viðskiftafólk ella søluavtalur. Tað kann eisini verða neyðugt at eftirkanna teldubrøv í sambandi við trygdaravrit, so at tað ikki forferst. Teldubrøv eru ein partur av samskiftinum hjá virkinum og tí eiga vit at hava mannagongdir so at tey verða forsvarliga goymd.

Jan Mortensen sigur, at tað er eisini staðfest, at virki hava rætt at eftirkanna nýtslu av interneti í arbeiðstíðini. Tað kann vera av trygdarávum, men tað kann eisini fyri at tryggja sær, at bann móti at taka niður ávíst tilfar verður hildið og fyri at virða upphavsrætt.

Hann staðfestir eisini, at arbeiðsgevarar mugu hava rætt til at eftirkanna telefonnýtslu, vísir tað seg, at hon er nógv størri enn væntast kann.

Annars staðfstir stjórin í Vinnuhúsinum, at higartil hava arbeiðsgevarar ikki merkt, at hetta er nakar serliga stórur trupulleiki í Føroyum.

Einaferð í 2002 spurdu nakrir arbeiðsgevarar seg fyri um hesi viðurskiftir og tá kunnaði Vinnuhúsið um, hvussu mannagongdin er í hinum norðanlondunum.

Men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, hevur Dátueftirlitð ein strangari politikk á økinum og tað mugu vit hava greiði á.

- Hevur Dátueftirlitinum heimild í lógini fyri sínari støðu, er neyðugt at broyta lógina, staðfestir Jan Mortensen.

Hann heldur ikki, at føroyskir arbeiðsgevarar í Føroyum vilja hava rúmari ræsir at eftirkanna elektroniska samskifti hjá starvsfólki, enn arbeiðsgevarar í grannalondunum hava.ð

-Men vísir tað seg, at vit hava verri umstøður, er tað ein trupulleiki, sum tað er neyðugt at tosa við Dátueftirlitið um fyri at vita um tað er lógin, sum ikki er nøktandi, ella um tað er uppfatanin hjá Dátueftirlitinum av lógini, sum er øðrvísi, enn vit hava væntað.

 

 

UM PERSONDATALOVEN

 

Hvordan kan virksomheden kontrollere medarbejderens brug af Internet og e-mail?

Virksomheders kontrol med medarbejderes brug af Internet og e-mail er omfattet af Persondataloven.

 

Datatilsynet har i sin praksis fastlagt, at virksomheden på forhånd skal informere medarbejderne, hvis virksomheden bruger tekniske muligheder til at registrere medarbejdernes hjemmesidebesøg og gemmer kopi af e-mails.

 

Informationen skal gives på en klar og utvetydig måde, og det skal fremgå om oplysningerne eventuelt vil blive gennemgået. Desuden er det en betingelse, at registreringen er berettiget. En registrering er berettiget, såfremt den sker af hensyn til drift, sikkerhed, genetablering, dokumentation eller kontrol.

 

DI anbefaler, at virksomhederne ud over den nævnte information til medarbejderne, opstiller mere detaljerede regler for medarbejdernes brug af Internet og e-mail, så der er klarhed om virksomhedens politik på området. En sådan politik skal inden ikrafttræden forelægges Samarbejdsudvalget, såfremt virksomheden har etableret et sådant udvalg.

 

Hetta er ein stutt vegleiðing frá Dansk Industri, sum Vinnuhúsið eisini mælir føroyskum arbeiðsgevarum at halda seg til