Dánjal Højgaard
Um dagarnar frættist at Annika Joensen hevur sagt upp sum stjóri á Ferðaráðnum, eftir smá trý ár í stjórasessinum. Herfyri segði Allan Skaalum stjórasessin frá sær á ALS. Hann sat í tvey ár. Og fyri ikki so langari tíð síðani fór Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen eftir 11 mánaðum frá sum settur stjóri á Almannastovuni.
Ferðaráðið, ALS og Almannastovan er nøkur av teimum mongu arbeiðsplássum, sum hava havt skiftandi stjórar tey seinastu árini. Eisini á Fiskasøluni, Fiskavirking, Sjónvarpinum, Strandsferðsluni og Sjúkrahússtjóraembætinum eru stjórarnir komnir og farnir.
Ikki lívstíðarstarv
At vera stjóri - antin tað er í eini privatari fyritøku ella á einum almennum stovni - tykist ikki longur at vera eitt lívstíðarstarv.
-Fyrr sótu stjórarnir til teir ikki kláraðu at tyggja smør longur. Tað gera teir ikki longur. Nú sita teir ikki longri, enn at tað kann forsvarast, sigur Bergur Godtfred, lærari í leiðslu og samstarvi á Føroya Handilsskúla.
Kaldari á tindinum
Títtu stjóraskiftini tykist at hava samband við, at tað er vorðið meira ábært at vera stjóri. Tíðirnar hava verið umskiftiligar og krøvini til stjórarnar eru herd.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at partafelagslógin, sum kom í 90-unum, hevur sett størri krøv til professionella leiðslu.
-Hetta hevur sett størri krøv til nevndirnar og til stjórarnar, sigur
Jan Mortensen.
Stjórin á Fiskasøluni, Hans Johannes á Brúgv, heldur, at tað valdar ein nýggjur hugburður í vinnulívinum. Nýggir eigarar við nýggjum tonkum eru komnir framat. Krøv og útslit viga kanska tyngri enn nakrantíð.
-Eg veit ikki hvussu tað hevur verið fyrr, men í dag ræður tað um úrtslit og úrtslit, alla tíðina, sigur Fiskasølustjórin.
Eingin friðaður
Handilsskúlalærarin, Bergur Godtfred, heldur tað hava týdning, at stjórarnir í dag í størri mun mugu standa til svars fyri síni avrik.
-Teir skulu kunna vísa á úrtslit. Og tað sum verður gjørt í dag, er at ábyrgd verður plasserað. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Fyrr vóru stjórarnir kanska friðaðir í flokki A.
-Mongu stjóraskiftini í Føroyum eru ikki eindømi í teimum mentanum, ið vit vanliga sammeta okkum við. Vit eiga at síggja tey sum eina tillaðing til mentaninar, ið eru uttan um okkum. Har eru stjórar ikki friðaðir - tvørturímóti, sigur hann.
Søkja avbjóðingina
Ein onnur orsøk til tey títtu stjóraskiftini tykist vera, at stjórasessurin ikki longur verður mettur sum eitt lívstíðarstarv.
Jan Mortensen vísir, á, at arbeiðsmegin sum heild er vorðin meira mobil, og at hugburðurin til stjórasessin er broyttur.
-Her er ein broyting hend. Fólk eru ikki bangin fyri broytingum longur og stjórastarvið er eitt stig á yrkisleiðini - eitt slag av løgarsteini, sigur stjórin í Vinnuhúsinum
Stabilitetur í vanda
Hóast tað kann vera gott fyri persónligu menningina hjá stjórunum sjálvum, so er tað kortini eitt vandamál fyri arbeiðsplássið, um tað verður alt ov títt millum stjórarnar, heldur Bergur Godtfred.
-Tað kann verða óheppið um fólk bert eru í stjórasessinum t.d. í eini tvey ár. Tá fært tú ikki tryggjað tann neyðuga kontinuitetin á arbeiðsplássinum og eina stabila virkismentan, sigur hann.
Jan Mortensen ávarar hinvegin ímóti, at stjórar verða sitandi ov leingi í flógva stjórasessinum.
-Tað eigur at vera ein endunýgging í einum stjóra. Og mark er fyri hvussu leingi ein stjóri kann skapa endurnýgging, sigur Jan Mortensen, sum sjálvur var stjóri á Ferðaráðnum eitt skifti í 90-unum.
Myndatekstur:
Nakrir stjórar, sum komu og fóru
Annika Joensen, skjótt fyrrverandi stjóri á Ferðaráðnum
Jan Mortensen, fyrrverandi stjóri í Ferðaráðnum
Allan Skaalum, fyrrverandi stjóri á ALS.
Jógvan Mørkøre, fyrrverandi stjóri á ALS.
Sjurður Horsdal, fyrrverandi stjóri á ALS
Torgerð Nielsen, fyrrverandi stjóri á ALS
Bjarti Mohr, fyrrverandi stjóri á Fiskasøluni
Niels Sørensen, fyrrverandi stjóri á Fiskasøluni
Poul Michelsen, fyrrverandi stjóri á Fiskasøluni
Jákup Mørkøre, fyrrverandi stjóri í Fiskavirking
Bjarti Mohr, fyrrverandi stjóri í Fiskavirking
Bjarni Vilhelm, fyrrverandi stjóri á Almannastovuni
Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, fyrrverandi settur stjóri á Almannastovuni
Tommy Petersen, fyrrverandi stjóri á Almannastovuni.
Bjartur Dalsgarð, fyrrverandi stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar