Sámal Erik Hentze er farin frá sum stjóri í Húsavarðartænastuni. Í hansara stað er komin Høgni Lauritsen, sum eisini er stjóri í TG-Verk Føroyar.
Í stuttari viðmerking sigur Høgni Lauritsen, at virksemi í TG Verk er mest sum lagt stilt og øll starvsfólk eru søgd úr starvi. Hann greiðir frá, at seinastu árini hevur Húsavarðartænastan voksið úr nøkrum og 20 starvsfólkum upp í eini 80 í dag. Sámal Erik Hentze hevur verið stjóri øll árini, men tá fyritøkan nú hevur voksið seg so stóra, hevur hann valt at taka á seg leiklutin sum nevndarformaður og lata onkran annan vera stjóra.
Fleiri onnur stjóraskifti eru eisini at síggja í yvirlitinum yvir broytingar í partafelagsskránni hesa vikuna, sambært Business-Line.
Brian Hansen er vorðin stjóri í fyritøkuni Change Føroyar í staðin fyri Lis Waagstein, meðan Vivian Ole-Jacobsen er vorðin stjóri í Duty-Free í Sørvági í staðin fyri Marius Eyðun Davidsen.
Í Aluplast í Rituvík er stór útskifting farin fram. Kaysten Rasmussen er settur sum stjóri og vorðin nevndarlimur. Símun Pauli Sivertsen er nú nevndarformaður og Óli Jákup Tvørfoss nevdnarlimur. Úr nevndini eru farnir Poul Hansen, Johan Strømsten og Jógvan Dávid Jacobsen.
Bilasølan hevur eisini fingið nýggjan formann. Tað er Rúni Lindberg, sum tekur við eftir Jógvan Emil Nielsen.
Allar broytingarnar eru at síggja á Business Line.