1. februar 2008 fer Gunnar Mohr frá sum stjóri í Tórshavnar Skipasmiðju og tekur Eyðfinn Egholm við sum nýggjur stjóri tá. Gunnar ynskir nú at royna aðrar leiðir og hevur nevndin tikið tað til eftirtektar.
Sjálvur sigur Gunnar Mohr um avgerðina:
Eftir at hava verið í leiðsluni á P/F Tórshavnar Skipasmiðju seinastu 17 árini, havi eg sagt meg úr starvi sum stjóri felagsins. Í samráð við nevndina skal eg vera sitandi til 1. februar 2008, tá Eyðfinn Egholm tekur við.
Hetta hevur - eins og avgerðin í 2004 at selja skipasmiðjuvirksemið - verið ein kensluborðin avgerð.
Eg skal samstundis ynskja starvsfólkum og felagnum blíðan byr.
Nevndin harmast um at missa Gunnar, men ynskir at takka honum fyri gott samstarv og ynskir honum góðan byr frameftir.
Samstundis gleðist nevndin um at hava sett Eyðgfinn Egholm sum nýggjan stjóra í felagnum. Eyðfinn Egholm starvast sum tekniskur stjóri hjá Danisco Sugar, Nykøbing Sukkerfabrik. Eyðfinn Egholm hevur útbúgving sum Civilverkfrøðingur á Maskintekniska økinum umframt búskaparliga útbúgving (HD-Fin).
Síðani 1.juni 2007 hevur Eyðfinn Egholm eisini verið nevndarformaður fyri Tórshavnar Skipasmiðju, og kennir tí fyritøkuna væl.
Tá Eyðfinn Egholm verður stjóri í Skipasmiðjuni fer hann frá sum nevndarformaður. Í tíðini fram til 1. februar 2008 verður arbeitt við at finna nýggjan nevndarformann.