Í gjár var seinasti arbeiðsdagur hjá fráfarandi stjóranum í Ferðaráðnum.
Annika Wardum Joensen, sum annars boðaði Vinnumálastýrinum frá, at hon skuldi vera í starvi til 1. apríl hevur nú gjørt av, at hon fer úr starvinum nú.
? Eg fari at taka mær av løttum til 1. apríl, tá eg byrji í nýggjum starvi, sigur Annika.
Hon vil tó ikki upplýsa hvat hon fer at takast við.
Petur Olivur í Hoyvík, formaður í Ferðaráðnum, sigur at hann visti av ongum at stjórin gevst nú, men Ferðaráðið hevur ein varastjóra, sum fer at hava leiðsluna til 1. apríl, tá nýggjur stjóri eftir ætlan skal taka við.