Umboðsnevndin hjá SEV góðkendi frágreiðingina hjá stýrinum, sum hon hevði gjørt um sáttmálasamráðingarnar hjá SEV við Maskinmeistarafelagið. 44 limir atkvøddu fyri frágreiðingini, 16 ímóti og 4 atkvøður vóru blankar.
Tað var umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen, sum hevði kravt eina frágreiðing frá stýrinum, tí stór ivamál vóru viðvíkjandi upplýsingunum, sum stýrislimirnir høvdu fingið frá stýrisformanninum og stjóranum, tá nevndin gav formanninum heimild at skriva undir sáttmálan við maskinmeistararnar, hóast Karsten Hansen frammanundan á einum fundi munnliga hevði boðað frá, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
Dia Poulsen úr Vági, sum er stýrislimur hjá SEV, førdi fram í Sosialinum, at tá hann var við til at geva formanninum heimild at skriva undir sáttmálan, visti hann ikki av, at Karsten Hansen dagin fyri hevði boðað frá, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
Hetta stóð eisini í frágreiðingini frá stýrinum, og hann fekk stuðul frá stýrislimunum Tóri Johannesen av Sandi og Bjarta Mohr úr Havn, sum heldur ikki hildu seg hava fingið nøktandi upplýsingar. Hinir tríggir stýrislimirnir umframt formannin vóru hinvegin av eini aðrari áskoðan í hesum sambandi og hildu seg hava fingið nøktandi upplýsingar.
Endin var, at nevndin góðkendi frágreiðingina, og tískil fær henda søgan ongar beinleiðis avleiðingar fyri hvørki stjóran, Klæmint Weihe, ella stýrisformannin, Poul Arna Jacobsen.
Tá nevndin hevði góðkent hesa frágreiðingina, fall misálitisuppskotið, sum Klæminti Olsen hevði sett fram móti stjóra og stýri, burtur.
Opnir fundir
Hans Tausen Olsen hevur verið við til at gera uppskotið um at broyta viðtøkur og seta nýggjar reglugerðir í gildi. Hann heldur, at vantandi reglugerðir og ikki nóg greiðar mannagongdir, hava millum annað verið orsøk til alt rumblið í SEV seinastu mánaðirnar.
Á einum eykafundi hjá umboðsnevndini fyrr í ár, varð samtykt at geva Klæminti Weihe eina ávaring fyri hansara leiklut í Vágatunlinum, har hann var formaður í nevndini. Henda ávaringin er nú løgd til viks, og ístaðin verður farið undir at kollvelta bygnaðin í SEV.
? SEV verður ikki at kenna aftur, tá hetta er liðugt, sigur Hans Tausen Olsen.
Tað er Halgir Winther Poulsen, advokatur, sum hevur átikið sær arbeiðið at gera nýggjar viðtøkur og reglugerðir. Hetta fer tó at taka longri tíð, og broytingarnar verða helst ikki settar í verk fyrr enn næsta ár.
Tað liggur tó í kortunum, at allir umboðsnevndarfundir skulu vera fyri opnum hurðum, so at fjølmiðlar og almenningurin sum heild kunnu fylgja betri við, hvat hendir í tí kommunala felagsskapinum.
Minka umboðsnevndina
Ein onnur broyting, sum møguliga verður sett í verk, er at minka um umboðsnevndina. Í løtuni sita 77 fólk í nevndini, og hildið verður, at hetta er ov nógv. Kommunurnar hava ein lim fyri hvørjar nýkomnar túsund íbúgvar. T.v.s. at Saksun hevur ein lim, meðan Runavík hevur tríggjar og Tórshavnar kommuna hevur 18 limir.
? Vit fara at royna at gera eina nýggja samanseting, sum tó ikki skal hava við sær, at kommunurnar missa ræðisrættin á sínum ognum, sigur Hans Tausen Olsen. Tað er tó umboðsnevndin, sum skal atkvøða um at minka talið umboðsnevndarlimum.
SEV verður nú eisini limur í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, so at sáttmálaramráðingar í framtíðini verða førdar av hesum felagnum og ikki av beinleiðis av leiðsluni í SEV.