Nevndin í P/F Smyril Line boðar nú frá, at Peter Holm, forstjóri felagsins, eftir avtalu partanna millum fer frá sum stjóri felagsins í dag tann 16. juni 2010 Tað verður sagt í tíðindaskrivi beint nú
Peter Holm hevur síðani 1. september 2008 staðið fyri arbeiðinum við at endurskipa virksemi og rakstur felagsins og hevur hann loyst hesa uppgávu á ein fyri felagið fult nøktandi hátt, soleiðis at felagið nú hevur yvirskot.
Nevndin nýtir høvið til at takka Peter Holm fyri hansara nærlagni og ídni í starvinum og ynskir honum góða eydnu í framtíðarvirki sínum annars, verður sagt í tíðindaskrivinum.