Arnold Hjelm Nielsen hevur júst boðað starvsfólkunum á Taks frá, at hann fer úr starvi Tað hevur leingi ljóðað, at trivnaðurin hevur verið vánaligur hjá Taks á Argjum.
Nú hevur tað so eftir øllum at døma fingið avleiðingar, tí stjórin hevur júst boðað starvsfólkunum frá, at hann fer úr starvi.
Portalurin skilir, at Arnold Hjelm Nielsen hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við Fíggjarmálaráðið, um at hann formliga gevst í starvinum 1. september.
Men hann hevur longu síðsta arbeiðsdag í dag, tí mánadagin fer hann í feriu.