HONDBÓLTUR
Lagt var upp til brak av einum dysti, tá tey bæði oddaliðini í føroyskum kvinnuhondbólti, Neistin og Stjørnan, brustu saman á Hálsi í fyrru hálvfinalu sínámillum. Alt árið hava hesi bæði liðini ligið stavn um stavn í oddastríðnum, og so seint sum sunnudagin møttust tey seinast. Tann dystin vann Stjørnan tepurt, og við sigrinum býttu tær eisini um pláss við Neistan á stigatalvuni, soleiðis at Stjørnan nú er oddalið í deildini.
Tí var helst væntandi, at neistakvinnur fóru at vera sera uppsettar til henda dystin, og at tær fóru at geva Stjørnuni harða mótstøðu, men í so máta bleiv dysturin eitt stórt vónbrot.
Neistin kláraði 20 minuttir
Í byrjanini var annars okkurt sum bendi á, at Neistin ætlaði sær nakað í hesum dystinum. Tær løgdu hart út, og fyrstu løtuna av dystinum vóru tær heldur oman á. Hevði tað ikki verið fyri tvey brend brotskøst fyrstu løtuna, so kundu neistakvinnur havt ført við fleiri málum.
Fyrsta góða korterið spældi Neistin skjótan og góðan hondbólt, meðan verjan hevði gott takk á álopinum hjá Stjørnuni. Men so við og við raknaðu klaksvíkskvinnurnar við, og tá 20 minuttir vóru farnir, høvdu tær vunnið neistaleiðsluna innaftur, og nú vendi gongdin fullkomiliga.
Verjan og Agne tóku alt
Tá ið Stjørnan fyrst hevði fingið gongd á spælið, so var líkt til, at einki kundi steðga teimum. Tær koyrdu á, og serliga krútsterka verjan gav Neistanum stórar trupulleikar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki skoraði Neistin ikki í 10 minuttir, og hetta gjørdi Stjørnan sær dælt av. Tær komu fyrst uppá javnleik, og so øktu tær støðugt um munin. Agne í málinum hjá Stjørnuni stóð sera væl hesa løtuna, og tá ið neistakvinnurnar endiliga megnaðu at leika seg fram við verjuni hjá Stjørnuni, so stóð Agne fyri í málinum.
Til allarsíðst í hálvleikinum eydnaðist aftur Neistanum at fáa mál, men nú hevði Stjørnan fingið eitt lítið hol niður til bláa havnarliðið, og hálvleiksstøðan var 13-10 til Stjørnuna.
Klassamunur
Var nakar sum helst spenningur í dystinum, tá liðini komu út til seinna hálvleik, so skúgvaði Stjørnan henda spenning til viks beinanvegin í seinna hálvleiki. Hesin var ikki meir enn 5 minuttir gamal, so hevði Stjørnan økt um munin upp í 19-11, og nú stóð á gomlum nøglum hjá heimaliðnum.
Neistin royndi at kempa seg innaftur í dystin, men har var einki at koma eftir. Til tess vóru stjørnukvinnurnar ov sterkar henda dagin. Ferð aftaná ferð blokkaði verjan hjá Stjørnuni fyri neistaskotum, og so vóru klaksvíkskvinnur skjótar at renna í mótálop. Serliga Louisa Andreassen dugdi væl at umseta neistafeilirnar til mál í hinum endanum, og í fleiri umførum skoraði hon einsamøll við neistamálverjanum.
Sum dysturin leið gjørdist munurin bara størri og størri, og kvinnurnar hjá Neistanum hingu bara meir og meir við høvdinum, tí her var stutt og greitt einki at gera hjá teimum. Stjørnan var væl fyrirekað, og tær vóru betri enn Neistin í øllum pørtum av spælinum henda dagin.
Endaliga úrlsitið gjørdist heili 34-18 til Stjørnuna, og sigurin má sigast at vera fult uppiborin. Við sigrinum hevur Stjørnan at kalla bæði beinini í finaluna, meðan Neistin nú má royna at halda fokus á landskappingina, tí í steypakappingini hava tær neyvan nakran møguleika at røkka finaluni.
Fakta
Neistin-Stjørnan 18-34 (10-13)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta R. Hansen 5, Ása D. á Neystabø 5, Rakul Augustinussen 3, Elin Stakksund 3, Annika Thomsen 1, Katja Eigemann 1 (1)
Stjørnan: Alina Olaru 13 (6), Louisa Andreassen 6, Simona Petersen 5, Durita Christophersen 5, Una Olsen 3, Anna K. Samson 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 6
Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum