Stjørnan glampaði

Í gjárkvøldið var stórt sæð bara eitt lið á vøllinum, tá Stjørnan vann ein knúsandi stórsigur á Tjaldri í fyrstu FM-finaluni hjá kvinnunum

Hondbóltur: Tað var bara fyrsta korterið av dystinum, at bæði liðini vóru inni í dystinum. Støðan 9-7 til Stjørnuna stóð á talvuni á endavegginum í ítróttarhøllini í Runavík í næstan 10 minuttir, tí tað stóð stilt hjá báðum pørtum.
Hetta var í grundini avgerandi løtan, tí tað var serliga Tjaldur, ið brendi stórar møguleikar, meðan Stjørnan heldur ikki fekk nakað burtur úr sínum. Men tá so hol aftur kom á, var tað Stjørnan, ið streyk avstað, og restina av fyrra hálvleiki vunnu klaksvíkskvinnur 6-2 – og so vendist ikki aftur.
Í seinna hálvleiki koyrdi tað bara víðari hjá Stjørnuni, ið skifti fólk dúgliga, uttan at tað gekk út yvir dominansin, ið var øgiligur inni á vøllinum. Her gekk sjón fyri søgn, at breiddin hjá Stjørnuni ger allan munin, tí uttan allar útlendingarnar megnaði Tjaldur slett ikki at hótta.

Málini einki at siga
Nú kann so alt verða avgjørt í annaðkvøld klokkan 19, tá Stjørnan tekur ímóti í KÍ-høllini, tí eydnast Stjørnuni at vinna tá, er føroyameistaraheitið komið aftur til Klaksvíkar, eftir at tað síðsta árið hevur verið heimahoyrandi í Runavík.
Hinvegin, so hevur Tjaldur, sum í gjárkvøldið tapti við 14 málum, ikki brúk fyri at vinna við 15 málum, tí málini hava einki at siga í samlaða roknistykkinum, har bara sigurin telur.
Tað vil siga, at um Tjaldur vinnur við bara einum máli í annaðkvøld, skal ein triðja finala spælast, tí tá stendur 1-1 í dystum. Endar dysturin hinvegin við javnleiki, er Stjørnan eisini meistari, tí spælt verður best av tveimum dystum.
Satt at siga, so er Stjørnan eftir dystin í gjárkvøldið uppaftur størri stórfavorittur at vinna meistaraheitið, tí skal Tjaldur koma afturíaftur eftir henda stóra lúsingin, kemur tað at teljast millum sensatiónirnar í føroyskum kvinnuhondbólti!

Tjaldur-Stjørnan 17-31 (9-15)