Hondbóltur- kvinnur
Sóljan hekk so nøkunlunda í Stjørnuni fyrsta partin av dystinum, men í seinna hálvleiki vaks munurin millum liðini støðugt.
Tað vóru serliga tey mongu skjótálopini hjá Stjørnuni, sum í seinna hálvleiki høvdu mál við sær. Spælararnir hjá Sóljuni vóru seinir aftur í verjustøðu, og so var tað lætt hjá heimaliðnum at gera eitt mál fyri og annað eftir.
Í onkrar kontrastøðu stóðu tríggir Stjørnuspælarar leysir frammanfyri allar Sóljuspælararnar, og so var tað bara spurningur um at velja, hvør skuldi gera málið.
Munurin kom skjótt
Stjørnan brúkti allar sínar spælarar í hesum dystinum, og nógvar skiftingar vóru gjørdar. Allar tríggir málverjarnir sluppu at royna seg.
Sóljan hevur ikki somu breidd á sínum liði, og enn einaferð var tað serliga lagt upp í hendurnar á Astu Petrauskiene at gera málini. Álopsspælið hjá Sóljuni var onkra løtu í fyrra hálvleiki gott, men tað gjørdist so við og við langt ímillum glottarnar hjá gestunum, og tað tóktist sum spælararnir møddust.
Stjørnan var alla tíðina framman fyri við nøkrum málum, men fyrsta korterið var lítil munur á liðunum. Tá Stjørnan fram móti steðginum setti ferð á spælið hjá sær, og kontraálopini eydnaðust betri, kom munurin so líðandi. Í hálvleikinum vóru átta mál á muni, og tað var grundarlag undir, at Stjørnan kundi vinna stórt, tá samanumkom.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Sóljan 37-17 (16-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simon Dzuigyte 10 (3), Andrijana Milodanovic 8, Anna Kristina Samson 6, Joan Midjord Joensen 6 (1), Bára Skaale 3, Una Olsen 2, Beinta Klakkstein 1, Jastrid Gullaksen 1.
Sóljan
Sóljan: Asta Petrauskiene 9 (2), Hertha Simosen 3, Sólja Jóanisdóttir 3, Heidi Maria Askham 1, Petra Thomassen 1.
Brotskøst: Stjørnan 8, Sóljan 2
Útvísingar: Stjørnan 3, Sóljan 3
Diskvalifikatión Sóljan 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen og Hans Thomasen