Stjørnan-Kyndil 30-24 (13-16)
Hondbóltur
Tá Kyndil í fjør vitjaði í Klaksvík, var gullrómurin øgiligur. Stjørnan kundi tá við einum sigri taka eitt risafet móti gullmerkjunum, sum felagið ikki hevði vunnið í fjórðings øld, og sigurssælan var stór, tá gullið eftir dystin var at kalla tryggjað.
Sunnudagin hittust liðini aftur, men hesa ferð vóru fortreytirnar heldur øðrvísi. Stjørnan hevði framvegis tørv á einum sigri, men nú var hesin alneyðugur, til tess at halda fast um silvurplássið, eftir at kvinnurnar hjá VÍF mest sum hava tryggjað sær gullmerkini.
Harumframt mundi tað eisini hava alstóran sálarligan týdning fyri klaksvíksgenturnar at fáa ein sigur, nú
Gestirnir bragdliga byrjan
Tá dysturin byrjaði, skuldi ein tó ikki hildið, at tað var Stjørnan, sum hevði mest at stríðast fyri í dystinum. Kyndil fór beinan vegin at gera um seg, tað var eisini skjótt, at tær høvdu vunnið seg nøkur mál framum.
Kyndil var annars fyri fyrstu ferð í langa tíð í nøkrum, sum líktist sterkastu uppstillingini, og ivaleyst hevur hetta eisini gjørt sítt til, at tær veruliga roknaðu við, at tær kundu taka stig frá verandi meistarunum.
Allar hesar vónir vórðu tó gjørdar til einkis fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tá fór Stjørnan frá 13-16 upp á 19-18, og hóast Kyndil eina løtu eftir hetta fylgdi við, so fingu tær ongan tíð rættiligt samband við Stjørnuna aftur.
Tóku seg saman
Toppskjútti hjá Stjørnuni hendan dagin var Anna Kristina Samson, og eftir dystin duldi hon ikki fyri, at hon var fegin um sigurin.
- Hatta var ein ótrúliga góður sigur fyri okkum. Eisini tí vit megnaðu at reisa okkum so væl. Ta einu løtunaí fyrra hálvleiki vóru vit eini seks mál aftanfyri, og tá mann megnar at vinna hetta aftur, so eri sjálvsagt nøgd.
- Eg haldi tó, at vit áður hava víst, at vit hava viljan til at stríðast allan dystin. Fleiri ferður fyrr í ár hava vit verið aftan fyri við fleiri málum, og so kortini megnað at fingið okkurt burtur úr dystinum.
Spurd, hvat tað var, sum gjørdi, at tær megnaðu at venda øllum á høvdið fyrstu løtuna eftir steðgin, svaraði Anna Kristina, at tær stutt og greitt tóku seg saman.
- Vit vórðu samdar um, at spæl okkara í fyrra hálvleiki so langt ífrá var nóg gott, og at vit hvør sum ein skuldu taka okkum saman, tá vit fóru út aftur til seinna hálvleik. Tá fingu vit eisini verjuna at rigga, soleiðis at Jórun Ludvig ikki slapp eins væl framat, og tá vit samstundis tóku Lotte Sørensen úr spælinum, varð álopsspælið hjá teimum bremsað rættiliga væl.
- Tá so verjan fæst at rigga, liggur sjálvandi betri fyri við skjótálopum, og alt í alt haldi eg, at vit spældu ein sera góðan seinna hálvleik, segði Anna Kristina um dystin.
Fara eftir silvurmerkjunum
Um vónirnar fyri tað, sum eftir er av kappingarárinum, noyðist Anna Kristina meira ella minni at ásanna, at gullmerkini eru mist.
- Vit fáa so ikki gjørt nakað einsamallar fyri tað, og um ikki VB ella kanska onkur av hinum fær gjørt nakað við VÍF, so mugu vit ásanna, at vit ongan møguleika hava. Fyri fyrst fara vit so eftir silvurmerkjunum, og tey gera vit alt fyri at fáa komandi dystirnar, segði Anna Kristina Samson at enda.
Hóast tað sostatt heldur ikki eydnaðist Kyndli at vinna hendan dystin, so mundi avrikið tó geva eina greiða ábending um, at liðið aftur er um at finna røttu kósina. Leikarar, sum hava verið burtur frá, eru nú flest allar komnar við aftur, so ivaleyst verður tað heldur hugaligari fyri teirra viðkomandi at spæla, tað sum eftir er av kappingarárinum.
Hóast møguleikin fyri heiðursmerkjum er horvin, so kunnu tær um ikki annað nýta árið til at fáa nakað av sjálvsálitið aftur á liðið, soleiðis at liðið aftur komandi kappingarár kann verða við til at stríðast um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Anna Kristina Samson 11, Una Olsen 7, Simona Dziugyte 5, Sólvá Eystberg 3(2), Vesna Radovic 2, Annika Ljósstein 2
Kyndil: Lotte Sørensen 8(2), Jórun Ludvig 7, Erla H. Smith 3, Ann Hansen 2, Kristbjørg Petersen 2, Jensia Petersen 2
Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 4
Útvísingar: Stjørnan 5, Kyndil 6
Sómarar úr Tjaldri: Trýgvi Mortensen og Svenn Olsen