Stjørnan onga greipu

Kyndil gav Stjørnuni ein ordiligan undir vangan, tá liðini bæði hittust í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnunm sunnudagin. Tá liðugt var, vóru sjey mál á muni, og líkt er nú til, at Kyndilskvinnurnar standa við hálvumøðrum beini í finaluni

Kyndil-Stjørnan 25-18

(11-12)


Fyri stuttum var greitt, at Flemming Raben hevði sagt seg úr sessinum sum venjari hjá kyndilskvinnunum, og fram til hóskvøldið var eisini ógreitt, hvør skuldi hava ábyrgdina av bestu kvinnuliðnum hjá Kyndli.

Endin varð tó, at Bárður Johannesen, sum hevur eina fortíð á besta mansliðið felagsins, skuldi taka um stýrisvølin fyribils. Enn er kansa nakað tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta fær á liðið, men skal avrik hansara metast eftir dystin sunnudagin, er talan um eitt reint 13-tal.


Uppsettar

Tað var nevnliga frá byrjan greitt, at kyndilskvinnurnar vóru rættuliga uppsettar til hendan dystin. Fyri viku síðani leiktu tær móti Neistanum, og í størsta orsøkin til tapið tað ferðina var, at tær á mótstøðuliðnum vóru nógv grammari eftir stigunum.

Soleiðis skuldi ikki vera hesuferð, og serliga í verjupartinum løgdu kyndilskvinnurnar nógv fyri.

Hetta kostaði tó nakrar útvísingar og nøkur brotskøst, men tað var eyðsæð, at hetta samstundis var við til at halda klaksvíkingunum burtur, soleiðis at tær ongantíð fingu spæl teirra at koyra.

Eisini hevði tað sera stóran týdning fyri gongdina í dystinum, at kyndilsliðið so at siga hvørja ferð fekk enda álopini við eini skotroynd, soleiðis at kontraspælið hjá Stjørnuni ongantíð kom at koyra. Júst hetta hevur annars verið eitt av sterkastu vápnunum hjá klaksvíkingunum.

Tað var tó ikki bert Bárður, sum var nýggju á venjarabeinkinum sunnudagin, tí á beinkinum hjá Stjørnuni sat eisini Rógvi Nielsen, sum nú er liðugur at útbúgva seg, og tískil er fluttur heim aftur til Føroya.

Ársins venjari seinasta ár nýtti heldur ikki langa tíð um gera vart við seg, tí eftir bert seks minuttum hevði hann rópt somikið nógv, at dómararnir góvu honum ostaflísina.

Orsøkin til ógvusligu rópini var helst tann, at Kyndil tá var í ferð við at vinna sær eina hampuliga leiðslu, men Stjørnan slepti ongan tíð takinum hendan hálvleikin, og tískil vóru tær á odda við einum máli, tá farið varð til hálvleiks.


Hart arbeiði og Marita

Kyndilskvinnurnar løgdu fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, og áðrenn klaksvíksgenturnar høvdu skotið nakað mál, hevði Kyndil fingið fimm, og so var kósin sett.

Kyndilskvinnurnar sýndu eingi tekin um at taka tað róligt, og so hvørt, sum munurin vaks, gjørdust stjørnugenturnar alt meira ráðaleysar. Fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki fekk Stjørnan einans trý mál, og tað man vera langt síðani, at tað hevur skorist somikið illa hjá teimum.

Orsøkirnar til hetta vóru tvinnar. Fyrst og fremst arbeiddu kyndilskvinnurnar ótrúliga hart í verjupartinum, og har umframt stóð Marita Hermansen í málinum.

Líkamikið hvussu klaksvíksgenturnar royndu, so fekk hon onkursvegna vart fyri, og uttan at taka munnin ov fullan, kann helst staðfestast, at hon var besti leikarin á vøllinum sunnudagin.

Í hinum endanum lá eisini væl fyri, og so hvørt, sum munurin vaks, vaks eisini sjálvsálitið hjá kyndilsleikarunum. Alla tíðina var roynt at trýsta móti verjuni, og var eitt lítið glopp at hóma, royndu leikararnir at fara ígjøgnum.


Gloym greipuna

Endaliga støðan gjørdist so, at sjey mál vóru á muni millum liðini bæði, og hetta kann vísa seg at verða sera tungt hjá Stjørnuni at vinna aftur, tá liðini bæði hittast um tvær vikur. Sjálvur segði Rógvi Nielsen eftir dystin, at har var so einki at gera. Tær taptu móti kyndilsliðið, sum ikki var at kenna aftur, og at tapa móti einum betri liðið er eingin skomm.

Um møguleikarnir at koma víðari helt hann, at teir vóru ikki meira enn 20/80, men at tey sjálvsagt høvdu ætlanir um at spæla fyri teimum 20 prosentunum, eins og hann eisini minti á, at tær enn hava føroyameistaraheitið at spæla fyri har norðuri.

Heilt galið stendur sostatt ikki til hjá Stjørnuni, men ivaleyst var tað eitt skot fyri bógvin, at tað nú er líkt til, at tær kunnu gloyma alt um nakra greipu í ár.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Kyndil: Ann Hansen 5, Palma Petersen 5, Lotte Sørensen 5 (3), Jensia Petersen 4, Beinta Sørensen 3, Jórun Ludvig 2, Frida Johannesen 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 10 (8), Andriana Milodanovic 3, Simona Hansen 3, Annika Ljósstein 1, Joan M. Joensen 1

Brotskøst:

Kyndil 3, Stjørnan 8

Útvísingar:

Kyndil 6, Stjørnan 2

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen