Stjørnan skal reisa seg

Tá Stjørnan seinasta sunnudag tapti heimadystin móti VB, var hetta samstundis fyrsta ferðin í hálvttriðja ár, at Stjørnan tapti á heimavølli.

Seiunasta heimatapið undan hesum var móti Neistanum, og júst Neistin er mótstøðuliðið, tá Stjørnan sunnudagin skal reisa seg. Hesa ferð á útivølli.

Neistakvinnurnar hava saman við Tjaldri roynt at elt VB og Stjørnuna higar til í kappingini, og hjá teimum er alneyðugt við úrtøku av onkrum slag, um tað ikki skal dragna alt ov nógv millum liðini, longu undan jólasteðginum.

Í Vági er sjálvsálitið hjá heimaliðnum í toppi eftir sigurin í Klaksvík, og tí eigur StÍF als ikki at geva teimum nakrar trupulleikar sunnudagin. Og hóast Kyndilskvinnur kanska fáa eina venjaraeffekt, man tað vera ógvuliga ivasamt, um tær kunnu toga nakað sum helst við sær úr Runavík, har Tjaldur hevur víst seg at vera sera væl fyri í ár.

Í Havn byrjar dysturin í dag klokkan 14.30. Hinir báðir dystirnir byrja klokkan 15.