Hondbóltur
Sjey dystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og einki er at ivast í, at fleiri teirra kunnu gerast heilt áhugaverdir. Ikki minst, tá oddaliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu í eldin.
Aftur til Havnar
Hjá kvinnunum varð ein dystur spældur fríggjakvøldið, eftir evstamark okkara. Talan var um Sóljuna, sum spælir sínar miðvikudystir fríggjadag, og hesa ferð gekk leiðin so til Havnar, har dystur var ímóti Kyndli.
Á pappírinum ein uppgáva, sum Kyndil skal loysa, um tær skulu gera sær vónir um eina endastøðu í toppinum.
Hondbóltur verður uppi á Hálsi tríggjar dagar á rað. Í dag skulu Neistin og Tjaldur takast, og mett eftir avrikunum seinast hja liðunum, er einki at ivast í, at Neistin her skal toga ein tryggan sigur heim.
Sunnudgain stendur so Kyndil aftur fyri skotum. Gestirnir eru verandi føroyameistararnir úr Stjørnuni, sum annað vikuskiftið á rað skulu til høvuðsstaðin. Seinast eydnaðist tað teimum akkurát at vinna ein tepran sigur á Neistanum, og ivaleyst eru tær fegnar, um hetta eisini eydnast sunnudagin. Uppgávan hesa ferð tykist tó torførari, tí í øllum førum átta mál frá seinastas dysti resta í. Talan er sjálvandi um missin av Adrianu Milodanovic, sum sleyt hælsinuna móti Neistanum. »Breiddin í hópinum skal nú standa sína roynd« segði venjarin hjá Stjørnuni eftir boðini um jugoslavan, og tað sleppur hon so eisini sunnudagin.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum um vikuskiftið verður í Vági, har VB og Sóljan fara á vøllin. VB hevur aftur í ár ætlanir um at blanda seg í oddastríðið, og skal hetta eydnast betri enn í fjør, er neyðugt við einum sigri á vágagentunum. Hvørt hetta so eydnast fæst at vita sunnukvøldið.
Hvør fer í ovara bólkin
Eins og hjá kvinnunum, verða dystir uppi á Hálsi í Havn bæði leygar- opg sunnudagin.
Leygardagin skal Neistin reisa seg efitr tvey tap á rað, og møguleikarnir fyri sigri á Tjaldrinum áttu at verið góðir. Sagt á ein annan hátt, so er tvingandi neyðugt hjá Neistanum at vinna, um teir á nakran hátt skulu halda fast í hinum liðunum.
Sunnudagin verður tað so Kyndil, sum skal royna seg, og eisini hjá teimum tykist dysturin at hava alstóran týdning.
Byrjanin hjá teimum grønu hevur als ikki verið góð, og nú vitjar StÍF, sum i løtuni er a øðrum plássinum. Ein sigur vil fyri Kyndil viðføra, at teir rættiliga eru við aftur í kappingin um silvurið, meðan eitt tap hinvegin merkir, at strandingar í fyrstu atløgu kunnu slíta seg leysar saman við vestmenningum, sum halda frí hetta vikuskiftið.
Er spenningur í Havn sunnudagin, er hann tað ikki minni í Vestmanna, har H71 vitjar hjá KÍF. Bæði liðini hava í ár víst, at tey væl kunnu vísa tenn móti sonevndu favorittunum. Tí tykist tað, sum um dysturin sunnudagin verður ein dystur um, hvat av liðunum skal bíta seg fast í sub-toppin, og hvat teirra fyri fyrst verður parkerað í ongamannalandi.