Stjørnan styrkti oddastøðuna

StÍF-Stjørnan 27-33 (14-18)

Stjørnan var á vitjan hjá StÍF í gjár, og her gjørdist talan um væntaða útisigurin.

StÍF fylgdi so hampuliga væl við í dystinum, men stútt og støðugt økti Stjørnan um munin, soleiðis at sigurin ongan tíð var í vanda.

Besti málskjútti hjá StÍF var Rebekka Justinussen við 11 málum. Simona Petersen skoraði 10 mál fyri Stjørnuna.