Stjørnan tók stigini í Havn

Kyndil-Stjørnan 18-22 (8-11)

Stjørnan er nú aftur á odda í Sunset-kappingini í hondbólti.

Kvinnurnar úr Klaksvík vitjaðu í gjár hjá Kyndli, og her gjørdist talan um væntaða sigurin.

Talan gjørdist tó ikki um tann heilt lætta avgreiðsluspurningin, tí leingi beit Kyndil væl frá sær, samstundis sum Stjørnan hevði ilt við at finna rætta gearið.

Kring hálvleikin megnaðu gestirnir tó at økja leiðsluna, sum eitt skifti var sjey mál, og so høvdu tær ikki trupulleikar við at koyra sigurin heim.

Besti málskjúttin hjá Kyndli var Jacklin Durhuus, sum skeyt 8 mál. Fyri Stjørnuna skoraði Durita Christophersen 5 av málunum.