Stjørnan til Vestmanna

Enda­spurturin í Sunset-kappingini er í gongd, og í løt­uni liggur Stjørnan best fyri av øllum, hóast Neistin enn er eitt stig frammanfyri

Hetta kemst av, at Neistin bara hevur spælt 21 dystir, meðan Tjaldur hevur spælt 22 og Neistin 23.
Sostatt hevur Stjørnan fleiri skot eftir í byrsuni enn hini bæði, og eitt av teimum kunnu klaks­víkskvinnur loysa av í kvøld klokkan 19.45, tá tær spæla ímóti VÍF í Vestmanna.
Hetta er dysturin, sum bleiv útsettur mikukvøldið 16. mars, tí Stjørnan tá ikki hættaði sær úr Klaksvík, tí veðrið var so vánaligt.
Vinna klaksvíkskvinnur í kvøld á VÍF, yvirtaka tær aftur oddasessin og fara eitt stig fram um Neistan og fýra fram um Tjaldur. Neistin hevur bara ein dyst eftir, sum er á heima­vølli ímóti júst Stjørnuni, sum hinvegin eisini skal spæla heima ímóti StÍF. Tjaldur hev­ur eftir at spæla úti ímóti VB og heima ímóti VÍF.