Stjørnan trygt móti oddinum

Tað var so sum so við spenninginum, tá Stjørnan vitjaði hjá Kyndli sunnudagin

Hondbóltur

Meðan Stjørnan verður mett sum sterkasta liðið í FM-dystinum hjá kvinnum, verður Kyndil mett sum veikasta liðið í ovara endaspælinum. Tí var kanska heldur ikki væntandi, at Kyndil skuldi gera tað heilt stóra við Stjørnuna, tá dysturin teirra millum var á skránni sunnudagin. Heldur ikki hóast Kyndil var einasta liðið, sum megnaði at taka stig frá Stjørnuni í grundspælinum.

Sorlið lúrdi
Og talan gjørdist eisini um tryggan sigur til Stjørnuna. Hóast tær sjáldan settu ferðina upp móti hámarkinum, so høvdu tær alla tíðina tamarhald á dystinum, har tær grønu fyri tað nógvu vóru statistar, at kalla.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist talan eisini skula gerast um veruliga stórsigur, tá Stjørnan leyp upp á 19-9, men so galið gjørdist tað kortini ikki hjá Kyndli. Stjørnan setti ferðina longur niður, og so kundi Kyndil aftur spæla við seinastu 20 minuttirnar, uttan at dysturin av teirri orsøk gjørdist meira spennandi.

Eru á odda
Við sigrinum vann Stjørnan seg akkurát upp á oddasessin í endaspælinum. Bæði stig og málmunur eru ájøvn tí hjá Neistanum, men Stjørnan hevur skotið fleiri mál enn bláa havnarliðið.
Hartil skal ikki gloymast, at Stjørnan eisini hevur heimadystin móti Neistanum eftir, og lítið er at ivast í, at tær síggja hetta sum avgerandi møguleikan at staðfesta, hvør skal standa ovast, tá farið verður undir hálvfinalurnar.

Fakta um dystin
Kyndil-Stjørnan 21-28 (9-14)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 6(1), Anja Heinadóttir 4, Jórun S. Ludvig 3, Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 2, Randi S. Wardum 2, Barbara Egilstrøð 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Hildur Høghamar 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(3), Una Olsen 7(1), Katarina Stepanov 4, Anna Kristina Samson 3, Bára S. Klakstein 2, Joan M. Djordjevic 2(1), Louisa Andreasen 1
Brotskøst: Kyndil 2, Stjørnan 6
Útvísingar: Kyndil 1, Stjørnan 1
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl