Stjørnan vísti sín klassa

Oddaliðið Stjørnan vísti sunnudagin, at tað er eitt sindur á muni millum tey bæði fremstu liðini í Sunset-kappingini og so nærmastu kappingarneytarnar.

Hóast onkur kanska hevði væntað, at Søljan kundi hótta Stjørnuna í Klaksvík sunnudagin, so var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið.

Gjørdu bart beinanvegin
Heimaliðið tóktist ógvuliga uppsettar til dystin, og tær vístu eisini sín klassa beinanvegin. Stjørnan legði fyri sum eitt óløgi, og longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir, tóktist dysturin avgjørdur, tí tá hevði heimaliðið lagt seg á odda 7-1.
Bronsukandidatarnir úr Vágum fingu ongantíð fótin fyri seg, og tær vóru snøgt sagt runnar um koll í fyrra hálvleiki. Heimaliðið var flúgvandi, og tær bara øktu um leiðsluna hjá sær.
Neyðars Kristina í málinum hjá Søljuni kundi bara standa og hyggja at, meðan bóltarnir flugu um oyruni á henni, og tað var ikki eitt mál ov lítið, at Stjørnan var á odda heili 15-6 í steðginum.
Í seinna hálvleiki skifti venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, eitt sindur út á liðnum hjá sær, og hetta gav Søljuni neyðuga andaholið til, at tær komu eitt sindur fyri seg.
Nú meganði Søljan at spæla upp við heimaliðið, og tí gjørdist munurin á liðunum báðum ikki so stórur, sum kanska var væntandi, tá ið farið var til hálvleiks. Seinni hálvleikur var rættuliga javnur, og liðini skiftust um at skora.
Tá ið avtornaði, vísti tað seg, at Stjørnan hevði vunnið við tíggju málum, 33-23, og tað var ikki eitt mál ov lítið. Greiði sigurin hjá oddaliðnum Stjørnuni á bronsukandiatunum úr Søljuni sigur kanska eisini eitt sindur um, hvussu stórur munurin á teimum báðum fremstu liðunum og so teimum liðunum, ið liggja á teimum næstu plássunum, í veruleikanum er.

Stjørnan-Søljan 33-23(15-6)
Stjørnan: Katarina Stjepanov 8(2), Bára S. Klakstein 6, Annika Ljósstein 6(3), Joan M. Djordjevic 4, Alina Olaru 3, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 1(1), Maria við Neyst 1(1), Una Olsen 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 7, Heidi Maria Akselsen 5(5), Lina Andriulyte 4, Hertha Jónsdóttir Simonsen 4, Fía Selma Nielsen 2, Kristianna Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 8(7), Søljan 7(5),
Útvísingar: Stjørnan 4, Søljan 8
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen