HONDBÓLTUR
Stjørnan og Neistin vera av mongum mett at vera sterkastu liðini í Sunset deildini hjá kvinnum. Sunnudagin var so fyrsti dystur teirra millum í ár, og hesaferð gjørdist Stjørnan sterkari liðið.
Fyrra partin leikaði javnt á, og lítil munur var at síggja á liðunum báðum. Í seinna hálvleiki vísti Stjørnan tó sín stóra klassa, og at enda hølvaðu tør Neistan av.
Javnur fyrri hálvleikur
Neistin fekk eina sera góða byrja í KÍ-høllini í Klaksvík ímóti Stjørnuni. Eftir fýra minuttir høvdu tær lagt seg á odda 3-0, og hetta var júst byrjanin, sum ungu neistaliðið hevði vónað at fingið.
Men ikki gekk long tíð, fyrrenn Stjørnan var komin væl við í dystin. Løtu seinni høvdu tær javnað út, og so gekk javnt á restina av hálvleikinum. Liðini skiftust um at vera á odda, men eina løtu hevði Neistin enn einaferð eina trý mála leiðslu. Hesa megnaði kvinnurnar úr Klaksvík enn einaferð at vinna inn aftur, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi Neistin 11-12.
Friðarlig byrjan
Liðini løgdu øgiliga varliga fyri í seinna hálvleiki, og tvær góðar verjur vóru komnar út aftur á vøllin. Stjørnan fekk okkurt málið fyrstu løtuna, men tað, sum serliga var at leggja merki til hesa løtuna, vóru tær báðar útvísingarnar, sum Neistin fekk fyrstu 10 minuttinar. Hesar blivu tó ikki gangnýttar á besta hátt, so tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki vóru bert tvey mál komin, og Stjørnan hevði fingið tey bæði. Sostatt var Stjørnan nú á odda.
Heili 14 minuttir skuldu ganga, áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki. Tá minkaði Niculeta Radu Hansen um munin niður í 14-13.
Enn einaferð steðgaði upp við málskjótingini hjá Neistanum, og hesaferð tók Stjørnan av møguleikanum. Tær øktu støðugt um leiðsluna næstu 10 minuttirnar, og tá seks minuttir vóru eftir at leika var støðan knappliga 19-13 til Stjørnuna. Í hesar 24 minuttirnar hevði Neistin bert fingið tað eina málið, og tá er ikki lætt at vinna nakran hondbóltsdyst.
Tær komu tó betur við ímóti endanum, og tá dómarin floytaði dystin av, hevði Stjørnan vunnið 23-16.
Simona Petersen í gongd
Ein av leikarunum hjá Stjørnuni, sum leikti ein góðan dyst ímóti Neistanum, var fyrrvernadi neistaleikarin, Simona Petersen, Hon fekk heili 8 mál.
Stuttligt var at síggja Simona í leiklutinum sum stórskjútti aftur, tí fyri bert hálvum árið síðani átti hon ein son. Hon tykist nú spakuliga koma í form aftur, og í dystinum móti Neistanum vísti hon nakrar av teimum dygdum, sum fyri nøkrum árum síðani ræddu eina og hvørja verju í landinum.
Nú hevur Stjørnan vunið tveir teir fyrstu dystirnar, so meistararnir hava fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið. Sunnudagin vunnu tær eisini á kanska størsta kappingarneytanum, og hesin sigurin er ivaleyst komin væl við.
Hjá Neistanum er ósigurin óiva komin illa við, men tær hava fleiri møguleikar at vinna á Stjørnuni seinni í ár.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 23-16 (11-12)
Brotskøst: Stjørnan 1, Neistin 3
Útvísingar: Neistin 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 8, Alina Olaru 4, Durita Christophersen 4, Joan Djordjevic 3, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2
Neistin: Nicoleta R. Hansen 9, Elin Stakksund 3, Ása D. á Neystabø 2, Heidi Maria Akselsen 2