Stjørnan vann útsettan dyst

Útsetti dysturin millum VÍF og Stjørnuna í Sunset-kappingini varð leiktur í Vestmanna fríggjakvøldið.

Stjørnan heldur tørn í oddinum á fremstu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Fríggjakvøldið vóru kvinnurnar úr Klaksvík í Vestmanna, har tær spældu útsettan dyst móti VÍF. Dysturin skuldi upprunaliga verið leiktur undanfarna vikuskifti, men av tí at bróðurparturin av manningini hjá Stjørnuni lá við krím, var dysturin útsettur.

VÍF byrjaði betur
Tað var annars heimaliðið VÍF, sum byrjaði dystin betur, men so líðandi kom Stjørnan fyri seg.
VÍF var á odda 5-3, 6-4 og 8-6, men so gjørdi Stjørnan ein vørr móti endanum av fyrra hálvleiki, og tær fóru frá at verða aftan fyri við tveimum málum til at verða á odda við fýra.
Tá ið klaksvíksliðið hevði fingið leiðsluna, var ongin vegur aftur hjá VÍF. Stjørnan hevði munin, og tíðliga í seinna hálvleiki sprellaðu tær aftur, og so var ongantíð nakar ivi um sigurin hjá oddaliðnum.
Tær øktu støðugt um leiðsluna hjá sær, og tað var greitt, at VÍF ikki var ført fyri at berja seg upp á javnt aftur.
Stjørnan vísti aftur í hesum dystinum, at tær hava sonevndar periodur, har tær skora fleiri mál, uttan at mótstøðuliðið fær skorað, og tað vóru slíkar periodir, sum í veruleikanum avgjørdu dystin.
Gestirnir vóru á odda 19-12 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men so svaraði VÍF eitt sindur aftur og kom upp á 16-19, áðrenn Stjørnan gjørdi enn einaferð ein vørr, og so var bráddliga 23-16 til oddaliðið.
Tá ið dysturin var liðugur, vóru sjey mál á muni millum liðini. VÍF hevði fingið 19 mál, meðan Stjørnan hevði fingið 26 og harvið tryggjað sær bæði stigini.


VÍF-Stjørnan 19-26(9-13)
VÍF: Fríða Marjunardóttir 6(3), Ioana Rapa 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Linda Johannesen 1, Finngerð Jensen 1, Kirstin Helgadóttir 1
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 6, Katarina Stjepanov 5(2), Annika Ljósstein 4(4), Maria við Neyst 3, Alina Olaru 3, Una Olsen 3, Birita Joensen 1(1), Bára S. Klaksstein 1
Brotskøst: VÍF 4(3), Stjørnan 6(6)
Útvísingar: VÍF 6, Stjørnan 2
Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen
Áskoðarar: 100