Stjørnan vissaði sær oddasessin

Kvinnuliðið hjá Stjørnuni vann greitt, tá finalistarnir í steypakappingini í hondbólti hittust aftur í Klaksvík leygardagin

Kvinnuhondbóltur

Hóast tær av mest sum púra samdum almenningi verða kosnar sum risa-favorittar, hvørjar ferð tær fara á vøllin, so hevur Stjørnan í fleiri forum sýnt, at tær ikki eru heilt klárar, tá dystir byrja.
Soleiðis var eisini leygardagin, tá VB nýtti fyrstu løtuna av dystinum at leggja seg fram um við nøkrum málum. Eitt time-out frá venjarabeinkinum fekk tó Sjtørnuna at rakna við, og so gekk skjótt at fáa heimaáskoðararnar í veitslulag.
Innan fimm minuttir var 4-6 broytt til 9-6.
Og so hildu tær á heimaliðnum annars fast. Hóast ferðin eftir steðgin sjáldan kom upp á tað maksimala, so hevði Stjørnan ongan tíð nakrar trupulleikar at halda fast um leiðsluna, sum ongan tíð fór niður um fýra mál eftir steðgin.
Við sigrinum hevur Stjørnan tryggjað sær fremsta plássið í endaspælinum í Sunset-kappingini, hóast ein dystur er eftir at spæla.

Fakta um dystin
Stjørnan-VB 26-17 (16-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Una Olsen 6, Simona Petersen 6(2), Joan Midjord Djordjevic 4, Durita Christophersen 2, Anna Kristina Samson 2, Alina Olaru 2, Bára Skaale Klakstein 2, Edith Hansen 1
VB: Ivana Ljubicic 8(2), Rannvá Johannesen 3, Maja Sølvsten 3, Margreth Augutinussen 2, Bára K. Mortensen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 2
Útvísingar: Stjørnan 2, VB 4
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen