Stjórnarkvett: Robert Mugabe er fallin

- Í morgun er ikki greitt, hvar 93 ára gamli forsetin er, men keldur halda, at hann er handtikin og er í húsavarðhaldi, vita útlendskir miðlar at siga.

Úr Zimbabwe frættist í morgun, at Robert Mugabe er handtikin og koyrdur frá valdinum í einari rímiliga friðarligari kvettroynd móti 93 ára gamla leiðaranum.

 

Tað var í gjárkvøldið, tað frættist, at ein kvettroynd var á trappuni í Zimbabwe, tá tað í útriðjuni í landsins høvuðsstaði Harare sást, at ein røð av stríðsvognum vóru í gøtunum.

 

Í spentu støðuni, sum verið hevur, hevur tað ljóðað, at landsins verjumálaráðharri hevur hótt við at taka valdið frá Robert Mugabe, sum hevur stjórnað landinum við jarnharðari hond síðan 1980.

 

Hóttaninar komu eftir, at forsetin segði úr starvi varaforsetan, Emmerson Mnangagwa, og koyrdi hann úr stjórnarflokkinum, ZANU-PF.

 

Í nátt hava spreingingar verið at hoyrt í landsins høvuðsstaði, men herurin í landinum hevur í einari sjónvarpaðari røðu víst aftur, at talan er um hernaðarkvett.

 

Vápnaðir hermenn hava við pansaraakførum stongt vegirnar til týdningarmiklu stjórnarskrivstovurnar og dómstólarnar í miðbýnum í høvuðsstaðnum, siga keldur úr Zimbabwe.

 

Ein kelda, sum býr nær við heimið hjá Robert Mugabe, sigur, at hann hoyrdi eini 30-40 skot um 02-tíðina í nátt.

 

- Í morgun er ikki greitt, hvar forsetin er, men keldur halda, at hann er handtikin, skrivar norska heimasíðan www.vg.no sum vísir til fleiri útlendskar miðlar.

 

Sambært suðurafrikonsku netsíðuni - www.news24.com - skal Robert Mugabe hava samráðst seg fram til, at kona hansara Grace skal sleppa úr landinum, og at hann sjálvur skal fara frá.

 

Robert Mugabe er helst í húsavarðhaldi, og sambært The South African fer hann hugsandi at halda eina røðu fyri tjóðini, har hann eisini fer at boða frá, at hann fer frá sum landsins leiðari.