Forsætisráðharrin í Tunesia, Mohamed Ghannouchi, kunngjørdi í dag, at hann leggur frá sær. Eygleiðarar siga, at miasnøgdin við forsætisráðharran hevur verið veksandi teir seinastu dagarnar, og í gjár vóru harðir samanbrestir millum løgregluna og fólk, sum vildu hava stjórnarleiðaran frá.
Fleiri vilja vera við, at hann hevur alt ov gott samband við Zine al-Abidine Ben Ali, sum herfyri bleiv noyddur úr forsetaembætinum og av landinum.
Ghannouchi boðaði frá avgerð síni í einari røðu, sum varð send í útvarpi og sjónvarpi. Síðani forsetin rýmdi, hevur forsætisráðharrin koyrt tríggjar ráðharrar til hús, og hann hevur eisini lovað fólkinum frí val. Men tað var ikki nóg mikið til at sissa tey mótmælandi, tí tey vildu eisini hava Ghannouchi at fara frá. Tað ger hann nú.