Stjórnin fær greiðan meiriluta

Tann seinasta meiningakanningin í Íslandi gevur teimum báðum stjórnarflokkunum greiðan meiriluta í Altinginum. Sjálfstæðisflokkurin fær ein dyggan frammaná Kanningin, sum Fréttablaðið og Støð 2 hava gjørt, vísir, at Samfylkingin fær 31,8 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 21 tingmenn ella tríggjar fleiri, enn flokkurin nú hevur, og Samfylkingin verður størsti flokkur í Altinginum.

Vinstri Grøn fær sambært kanningini 24,1 prosent av atkvøðunum. Tað gevur 16 tingmenn, sum eru sjey fleiri enn nú.

Sostatt fáa teir báðir stjórnarflokkarnir eftir hesum 37 tingmenn og greiðan meiriluta á Altingi.

Kanningin hjá Fréttablaðnum og Støð 2 gevur Sjálfstæðisflokkinum 21,9 prosent og 15 tingmenn ella 10 færri, enn flokkurin nú hevur.

Framsóknarflokkurin varðveitir hinvegin sínar sjey tingmenn við 11,3 prosentum av atkvøðunum.