Hondbóltur
Skuldi nakar ivast, so var av álvara lagt upp til stórdyst í VB-høllini leygardagin.
Stjørnan kom á vitjan hjá lokalu hondbóltskvinnunum, og tað stóð teimum flestu greitt, at ein møguligur vinnari av hesum dystinum var føroyameistari í kvinnuhondbólti fyri 2004.
Áhugin var heldur ikki at fara skeivur. Longu væl undan dystinum strekti bilrøðin seg væl eystur móti bygdini, og í høllini var neyvan nakar sessur tøkur. Soleiðis sum høllin í Vági er háttað, við lágum lofti og nógvum metallið er heldur einki at siga til, at talan var um sannan ljóðmúr kring leikararnar, sum hitaðu upp á vøllinum.
Lidia steðgaði VB
Og ljóðmúrurin gjørdist til eitt satt inferno, tá dysturin so varð blástur ígongd. Hetta var »brakið«, sum bíðað hevði verið eftir síðani januar mánað, og á vøllinum tóktist hvør tann einasta av leikarunum eisini at vera greið um hetta.
Intensiteturin var í toppi frá fyrsta bríksli. Í verjuni sótu kropstaklingarnar beinhart, og fyrstu gulu kortini hjá dómarunum báðum vóru skjótt uppbrúkt, tó at talan ikki var um nakran form fyri óreinum spæli.
Og á vøllinum var tað VB, sum legði betri út. Kanska var ætlanin at endurtaka fyrstu minuttirnar frá steypafinaluni, tá tær vunnu sær eina at síggja til trygga leiðslu, og tað var sum so eisini um reppið at eydnast hjá teimum. Men Stjørnan hevði Lidiu Vladic í málinum. Fyrstu fimm minuttirnar tók hon sær av trimum skotroyndum frá leysum vágbingum, umframt at hon eisini lúrdi Aukse Vysniaskaite av í eini brotskastsroynd, og so líðandi kom Stjørnan eisini inn í dystin.
Takið í høllini mundi tó fara uppfrá, tá Stjørnan eftir tíggju minuttum varð rakt av eini dupult-útvísing. VB nýtti høvið til at vinna seg upp á 6-4, og hetta var nakað, sum Stjørnan ongantíð vann aftur fyri steðgin.
Ikki tí. Í verjuni tóktust gestirnir nú at liva fult upp til málsetningin um at steðga teimum báðum útlendsku stórskjúttunum hjá VB. Ikki minst varð Aukse tacklað alt fyri eitt, tær ferðirnar hon gjørdi seg til at skjóta.
Men VB verjan var tó heldur ikki fyri ongum. Í longum løtum sum 5-1, har bak-ketan hjá Stjørnuni alla tíðina varð órógvað, og tó at hendan kom betri við, tá farið varð aftur í 6-0, so tóktist tað vera VB, sum hevði takið.
Eingi kontra
Seinnu árini hava eyðkennini hjá VB og Stjørnuni millum annað verið, at bæði liðini hava dugað sera væl at fingið kontra-spælið at koyra. Tað hevur ofta givið útslag í nøkrum sera undirhaldandi og ferðmiklum dystum millum feløgini, men soleiðis varð tó ikki hesaferð.
Undirhald og ferð var tó nóg mikið av, men kontra-spælið var mest sum ikki til. Bæði tí leikarar vóru ov varnar við at renna avstað, tá mótstøðan royndi seg við skoti, men so sanniliga eisini tí denturin á retur-renningarnar var ovurstórur.
Svørt VB-løta
Tí vóru tað onnur vápn, sum skuldu nýtast, og frá byrjan av seinna hálvleiki fór Stjørnan eisini undir at nýta eitt av hesum.
Við eini 5-1 verju, sum í stóran mun minti um mansverju av Daivu, royndu gestirnir at seta kílar í álopsspælið hjá VB, og spakuliga tóktist yvirvágin koppa til fyrmuns til gestirnar.
Enn var tað tó VB, sum hevði munin á máltalvuni. Tær megnaðu alla tíðina at svara næsku gestunum aftur, og tíggju minuttir inni í hálvleikinum fingu tær møguleikan at skræða seg leysar. Við 18-16 á talvuni fekk Anna Kristina Samson hjá Stjørnuni tveir fingrar frá dómarunum. Júst tað, sum Stjørnan ikki hevði tørv á, nú tær framvegis vóru aftanfyri, men VB megnaði ongan tíð at gera sær dælt av hesum.
Tvørtur ímóti, so var tað Stjørnan, sum fekk tey bæði næstu málini, og at tað var dyggur smeitur hjá VB, var sjónligt.
Luftin tóktist mest sum fara úr leikarunum, og hóast tær enn einaferð megnaðu at leggja seg á odda, so setti Stjørnan nú av álvara trumf á. Ikki minst gjørdi tað góðan mun, tá Katarina Stepanov aftur kom inn á vøllin, eftir at hon hevði hvílt seg síðani einaferð í fyrra hálvleiki. Við einum lámi á bakkinum kom brádliga nógv størri breidd í spælið hjá Stjørnuni, og so opnaði VB-verjan seg av álvara. Alina Olaru og Katarina sjálv sluppu ferð eftir ferð heilt inn at verjuni, áðrenn tær loystu hoppskotini av, og sjálvt um VB framvegis helt stutt tjóður í, so tóktist dysturin hava funnið sína avgerð.
Stjørnuløtan
Og staðfestingin av hesari kom seinastu fýra-fimm minuttirnar. Fyrst fór Joan M. Djordjevic við eini framúr fótfintu ígjøgnum VB-verjuna, og tá Anna Kristina so varð tikin í gjøgnumbrotsroynd av veinginum, sá svart út hjá VB. Talvan vísti 23-25 í málum og 28.43 í tíð, tá Alina Olaru fór fram at skjóta brotskastið. Flestu áskoðararnir mundu halda ondini, tá rumenski leikarin riggaði til, og suffið frá mongu vágbingunum og fagnaðurin hjá klaksvíkingunum, sum vóru komnir suður, segði nokk tað mesta. Meistaraheitið var avgjørt, og tó at VB við at fara heilt út til mótstøðuna seinastu løtuna fekk skapt nakað av órógv, so var ivin burtur. Ikki minst tí VB heldur ikki kundi nýta ein javnleik til nakað sum helst, uttan at útseta pínuna í eina viku. Stjørnan átti dagin og meistaraheitið, og tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, tustu áskoðarar inn á vøllin, meðan VB-leikararnir niðurbrotnar fóru av vøllinum. Tær høvdu givið alt, og móti einum hvørjum øðrum liði í landinum hevði hetta helst eisini verið nóg mikið. Men ikki hesaferð. Tær hittu her besta kvinnuliðið í landinum, og mugu tær nú lata steypið frá sær.
Uppiborið meistaraheiti
Og skal takast samanum, so má eisini sigast, at meistaraheitið er uppiborið hjá klaksvíkskvinnunum. Sjálvandi fyrst og fremst tí tær eru liðið, sum hevur flestu stigini, men eisini tí tær tykjast vera liðið, sum hevur flestu og størstu dygdirnar.
Ikki minst sýndu tær hesaferð, at tær megna at halda fast um taktiska uppleggið til eina uppgávu. Her var stóru dentur lagdur á at steðga báðum útlendingunum hjá VB, og sera konsentrerað og effektivt varð hendan uppgávan eisini loyst.
Og við eini bak-ketu, sum helst er tann sterkasta í landinum saman við tveimum av skjótastu vong-spælararunum, er fundamentið fyri góðum álopsspæli so sanniliga eisini lagt. Ikki minst hevur liðið her eisini havt fleiri streingir at spæla uppá, eftir at Alina Olaru í vetur varð knýtt at felagnum. Málverja-plássði tóktist kanska fyrstu umførini ikki at vera tað sterkasta, men so hvørt sum Lidia Vladic og verjan lærdu hvønn annan at kenna, batnaði hetta, og at sjálvsálitið hjá málverjanum eisini øktist av hesum, var dysturin í Vági eitt framúr dømi um.
Afturat hesum ? fyri tað mesta royndu ? leikarunum, hevur Stjørnan so eisini nakrar leikarar, sum komandi árini kunnu seta dám á kappingina. Leygardagin stóð helst ov nógv upp á spæl, til at venjari tordi at tveita tær inn, men við miðvísari ætlan og innslúsan hesum viðvíkjandi, er væl hugsandi, at Stjørnan eisini tey komandi árini fer at halda til í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 24-26 (13-11)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(3), Gurið Mortensen 5, Aukse Vysniaskaite 3, Laila Jespersen 3, Rannvá Augustinussen 3, Margreth Augustinussen 2
Stjørnan: Alina Olaru 9(2), Joan M. Djordjevic 5(2), Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Katarina Stepanov 3, Annika Ljósstein 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: VB 6, Stjørnan 6
Útvísingar: VB 1, Stjørnan 6
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Gunnar Gregoriussen. Lótu seg als ikki ávirka av umstøðunum, men hildu fast og róliga um eina greiða linju allan dystin á tamb.