Seks hondbóltsdystir verða leiktir leygardagin, men ikki er líkt til, at nakar teirra fer at avgera, hvagar gullmerkini enda í fremstu hondbóltsdeildunum.
Tvær ferðir VB
VB skal hetta vikuskiftið gera tveir dystir burtur av sær. Leygardagin skulu tær til Klaksvíkar, har lokalu stjørnurnar, sum higartil hava vunnið allar dystirnar í endaspælinum eru vertir.
Um VB ætlar sær nøkur stig við sær aftur, tá tær sunnukvøldið seta kós móti heimbygdini, so man tað ikki vera í Klaksvík at hesi skulu finnast. Verður sæð burtur frá heilkiksaranum móti VÍF í grundspælinum, hava klaksvíksgenturnar nevnliga vunnið allar landskappingardystirnar, og eru tær tískil klárt á odda í landskappingini. Gaman í snávaðu tær í steypakappingini, men FM heitið er teirra, eingin ivi um tað.
So munnu vónirnar hjá VB helst verða betri, tá tær sunnudagin skulu leika móti Neistanum. Spurningurin man tó helst vera, hvussu motiveraðar suðuroyargenturnar eru, tí teirra lutur í landskappingini er langt síðani útspældur. Neistin hevur hinvegin enn heiðursmerki at stríðast fyri, og helst munnu tær á heimaliðnum hava ætlanir um at geva Christiani Poulsen fyrstu stigini sum venjari.
Um Stjørnan, sum væntað, vinnur á VB leygardagin, er tað bert VÍF, sum hevur nakran sum helst møguleika at røkka teimum. Í hvussu so er fram til 12. mars. Gullmerkini munnu vestmannagenturnar tó hava gloymt alt um, men hinvegin er neyðugt við einum sigri sunnudagin, um tær skulu halda fast í silvurdystinum.
Tað má eisini metast rættuliga sannlíkt, at VÍF megnar at basa Tjaldrinum, sum enn ikki hevur fingið stig hetta kappingarárið. Seinasti dysturin endaði við ikki minni enn 32-9, og sigur hetta eitt sindur um styrkismunin millum liðini bæði. Ikki kann væntast, at sigurin verður eins stórur hesu ferð, men hinvegin kann væl verða, at málmunurin verður avgerandi fyri, hvønn veg silvurmerkini fara, og tí fara vestmannagenturnar helst at dyrgja eftir einum sannførandi sigri.
Toppur móti botni
Hjá monnunum verður talan um tríggjar uppgerðir, sum allar hava til felags, at talan er um topplið, sum leika móti onkrum av botnliðunum.
Í Havn verður dystur millum H71 og Kyndil, og lítil ivi man verða um, at Kyndil fer avstað við stigunum í hesum dysti. Einasta fellan, sum kyndilsmenn kunnu detta í, er um teir mikukvøldið sóu hoyvíkingar, og tískil rokna við, at spælið verður eins vánaligt sunnudagin. Neyvan verða hoyvíkingar somikið vánaligir, sum teir vóru mikukvøldið, men hinvegin skal rættuliga nógv til, um teir ætla sær at gera nakað sum helst við kyndilsliðið.
Í Runavík tekur Tjaldur móti Vestmenningum, men hóast runavíkingar mundu koppað favorittunum í øvugta dystinum, so skulu teir ikki rokna við eini endurtøku hesu ferð. Munurin á liðunum báðum er snøgt sagt alt ov stórur, og kann hetta eisini lesast á stigatalvuni, har tað sæst, at VÍF er á fremsta og Tjaldur á niðasta plássinum,
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vestmanna, har KÍF tekur ímóti føroyameistarunum av Strondum. StÍF er framvegis millum biðlarnar til FM-heitið, og kunnu tískil ikki loyva sær at gera nakað býtt í hesum dysti. Kolfirðingar hava annars fingið góða úrtøku í seinastu dystunum, men hetta hevur verið móti runavíkinum og hoyvíkingum, so talan er um heilt aðra mótstøðu hesu ferð.
Lítið er tí, sum bendir á, at støðan á stigatalvuni hjá monnum fer at broytast nakað sum helst eftir vikuskiftið, men hinvegin hava vit alt árið bíðað eftir eini sensatión, og so leingi, sum dystirnir ikki eru leiktir, eru úrslitini heldur ikki greið.