Stjørnukastið var eitt stjørnuskot

3166 fólk vóru við at velja ársins tónleikanavn og ársins ítrottabragd, sum varð kunngjørt á Rex ársins næstseinasta kvøld, har Útvarpið hevði savnað væl omanfyri hundrað av okkara fremstu tónleikarum og ítrottarfólkum

Útvarpið hevði skipað fyri stórum tiltaki í Rex seinasta leygarkvøldið í 2006. Á matarlepanum stóð tónleikur, prát og samrøður aftur við pinnamati og góðum drekka, og hæddarpunktið á kvøldinum var, tá tað varð kunngjørt, at tilsamans 3166 fólk, ið høvdu greitt atkvøði á heimasíðu útvarpsins, høvdu valt Eivør Pálsdóttir til Ársins tónleikanavn, og Helga Dam Ziska til Ársins ítrottarnavn.

Beinleiðis úr Rex
Nógvu undanfarnu árini hevur Útvarp Føroya valt Ársins tónleikanavn og Ársins ítrottarbragd. Hetta hevur verið gjørt í tveimum ymiskum sendingum uppi í Sortudýki, men í ár var øðrvísi. Ársins tónleikanavn og ítrottarbragd vóru sligin saman í eina sending, útvarpshølini vóru skift út við Rex, og haðani varð sent beinleiðis í fýra tímar.

Sms’ið til Helga
Tónleikur, prát og samrøður loystu hvørt annað av. Hetta riggaði ógvuliga væl, og væl uppløgdu vertirnir – Lív Højsted Horsdal, Elin Hentze í Stórustovu, Jón Brian Hvidtfelt og Súni Merkisstein – stóðu fyri festligum og áhugaverdum samrøðum.
Millum annað kundu tey í samrøðu við Helga Dam Ziska avdúka, at tað var unnusta hansara, sum hevði sent honum nógv umrøddu sms-boðini, ið gjørdu at hann tapti talvið móti Hans Kristian Simonsen, og harvið misti møguleikan at gerast altjóða meistari í fjør.
Unnustan vildi bert ynskja Helga góða eydnu, og flennandi greiddi hon frá, at Helgi ikki hevði verið óður við hana, hóast sms’ið við eini heilsan um góða eydnu, gjørdist beinleiðis óeydna fyri hann.
Eisini varð prátað við Páll Mohr Joensen. Hansara navn man vera nevnt næstan líka ofta í føroyska ítrottaheiminum, sum grein 266b er nevnd politiska orðaskiftinum, og hann greiddi frá hvussu málið um hansara spæliloyvið hevði ávirkað hann og hansara avrik.

EB/Streymur vann á HB
Væl omanfyri hundrað innbodnir luttakarar mundu vera til tiltakið. Teirra millum vóru umboð fyri tey bæði bestu føroysku fótbóltsliðini, HB og EB/Streym. Saman við vertinum hugdu hesi bæði liðini aftur á farna kappingarár, har serligur dentur varð lagdur á dystin teirra millum um meistaraheitið.
Liðformaðurin hjá felagsliðnum segði, at enn hevði vónbrotið, um at missa á stokkinum, ikki lagt seg. Tað vóru tó ráð fyri hesum á Rex fríggjakvøldið, tí har fekk EB/Streymur møguleikan at endurreisa seg í eini sangkapping millum liðini bæði. Petur Reinert, altjóða dómari, var settur at døma sangkappingina, og hann kundi eftir fýra løg staðfesta, at EB/Streymur endaði beint frammanfyri HB. Petur Reinert segði, at liðini vóru sera jøvn og tað var trupult at taka dagar í millum, hvør var betra liðið. Men tá B36-sangurin skuldi syngjast, vístu EB/Streymarnir at duga eitt sindur betri, og har yvirhálaðu teir HB, greiddi hann frá. Serliga í B36-sanginum vístu teir báðir royndu leikararnir á EB/Streymaliðnum – Ronnie og Egil – vegin, og sungu teir bæði væl og hart til henda sangin.

Kremið innan føroyskan tónleik
Men tað vóru aðrar og meira royndar sangkreftir á pallinum leygarkvøldið. Nøkur av størstu føroysku tónleikanøvnunum farna árið fóru á pall og spældu fyri okkum. Her vóru bólkar sum Uni R. Debes, 200, Kristleif Zachariassen, Deja Vu, The Dreams, Gestir, Marius, Páll Finnur Páll og Boys In A Band. Hetta eru flest alt nøvn, ið hava gjørt var við seg seinasta árið, øll uttan Kristleif Zachariassen, ið júst hevur givið fløgu út. Hetta gav tónleikinum eitt sindur av perspektivi frameftir, og tað er neyvan nakar ivi um, at Kristleifsa útgáva av Iron Maiden lagnum Number Of The Beast, fer at gerast ein landaplága komandi mánaðirnar.
Útvarpið hevði veruliga spent seg út á tónleikasíðuni, og framførslurnar vóru allar góðar.

Spældu útum pallkantin
Nógv verður tosað um, at bólkar skulu spæla útum pallkantin og hetta tóku teir í Boys In A Band heilt bókstaviliga, tá gittarleikarin Heini Niclassen gekk av pallinum og út í millum fólki í besta Revival stíli.
Hetta var nýggjasti bólkurin á palli hetta kvøldið. Teir gjørdust nummar tvey í GBOB kappingini í ár og vera mettir sum eitt av mest lovandi føroysku tónleikanøvnunum í løtuni, tí var teirra luttøka eisini eitt frískt lot, millum øll hini royndu nøvnini. Í Rex ljóðaði teirra framførsla væl, hóast hon í útvarpinum ljóðaði heldur óruddilig.

Tóku samanum tónleikaárið
Í samrøðum við limir úr øllum bólkunum fekk útvarpsmanningin á ein frískan og livandi hátt tikið saman um stóran part av føroyska tónleikaárinum. Vit hoyrdu um GBOB í London, um 200 á Roskilde Festivalinum, um komandi fløguna hjá Páll Finnur Páll, um útgávuna hjá Marius og um mangt annað spennandi.

Helgi og Eivør
Tónleikur, prát og samrøður. Tað riggaði sera væl, men hæddarpunktið á kvøldinum var, tá ársins tónleikanavn og ársins ítrottanavn vórðu kunngjørd. Tilsamans 3166 høvdu greitt atkvøðu. 2294 høvdu atkvøtt um ársins ítrottanavn, og har gjørdist telvarin Helgi Dam Ziska vinnarin við 30% av atkvøðunum. ÍSB-svimjarin Heidi Andreasen fekk 23,4% og svimjarin Elspa Mørkøre fekk 19,83% av atkvøðunum.
Til ársins tónleikanavn høvdu 1072 atkvøtt. Eivør Pálsdóttir vann hesa atkvøðugreiðslu, og fekk hon 27,74% av atkvøðunum. Teitur Lassen gjørdist nummar tvey og fekk 25,6% og Týr fekk 18,83% av atkvøðunum.
Vert er at býta merki í, at trý tey fremstu innan fyri bæði ítrott og tónleik, hava øll so ella so gjørt vart við seg á altjóða pallinum.

Eitt stjørnuskot
Skal fingur setast á nakað, so var tiltakið kanska í so drúgt. Fýra tímar var kanska dekan ov leingi. Ein annar lítil trupulleiki gjøgnum kvøldið var, at samrøðurnar og prátini inni í Rex ikki hoyrdust heilt so væl. Tá innsløgini vórðu spæld bilti onki, men tá beinleiðis samrøðurnar vórðu gjørdar, so hoyrdist prátið ikki nóg væl. Hetta var tó einans ein trupulleiki í Rex, meðan tiltakið sum útvarpssending riggaði.
Samanumtikið var kvøldið, sum Útvarpið skipaði fyri í Rex, ógvuliga væleydnað. Sera væl fyriskipað. Stuttligt, lætt og áhugavert. Sendingin bar navnið “Stjørnukast”, og latum okkum bara staðfesta, at “Stjørnukast” var eitt stjørnuskot, og vónandi sleppur Útvarpið ikki frálíka konseptinum, men heldur fram við tí komandi ár.