Stjørnur syngja móti fátækradømið

Hollywoodstjørnur savnast um at syngja móti fátækradømið.

Fátækradømið skal vera hálverað í 2015, hetta var boðskapurin tá ið Hollywoodstjørnum, sum stillaðu upp uttan fyri ST fyri at gera vart við nýggju verkætlan teirra, sum hevur til endamáls at varpa ljós á stóra fátækradømið í heiminum.

 

Black Eyed Peas rappararnir will.i.am, apl.de.ap. og Kidjo hava saman gjørt eitt nýtt lag, ?In My Name?, sum tey hava skriva til endamálið.

 

YouTube, sum m.a. eru fyriskiparir av tiltakinum, hava upprættað eina nýggja síðu, har brúkarir kunnu uploada persónligar video?ir til stjørnir teirra um at gera ein innsats ímóti fátækradøminum. Har liggja longu heilsanir frá kendum fólki sum Wyclef Jean, Annie Lennox, Scarlett Johansson og Fergie.