Filmurin er um ta 11 ára gomlu Mariu og sakn hennara, tá hon missir lítlabeiggjan, sum doyr av krabbameini. Afturat tí meiningsleysa deyðanum noyðist Maria eisini at dragast við sorgina hjá foreldrunum. Men í vinalagnum við hin javngamla og káta Jákup fær hon møguleikan at bróta skelina, hon er í, og viðgera sorgina. Hóast tungur í evni, er hesin virðislønti norski filmur bæði vakur og týdningarmikil í nýggjari norrøna filmsgerð, sum fyrst og fremst vendir sær til børn frá umleið 11 ára aldri. Í viðtali hevur norski leikstjórin sagt, "at tann veruleiki at eg sjálv misti eitt barn, hevur einki við filmin at gera. Tað hendi aftaná at eg hevði skrivað bæði bók og søgu, sum filmurin byggir á." Torun Lian vil ikki hava hesa søguna, ið gjørdist hennara fyrsti filmur, benda inn á seg sjálva. Men so kann ein spyrja, hvar ein so tung søga hevur sín uppruna? "Eg var ógvuliga sorgarbundin og tung í huga tað summarið, eg skrivaði søguna" sigur Torun Lian, "og ætlanin var í roynd og veru at skriva ein skemtileik til pallframførslu. Men eg helt at tað fór at bøta um ringa lagið hetta summarið við at skriva okkurt tungt og syrgiligt. Eg skrivaði tær fyrstu 30 síðurnar, ið eins og fyrstu brotini í filminum eru ógvuliga hugtung. Tá bleiv eg í góðum lag; tað var eitt slag av reinsan." Í leiklutunum síggja vit m.a. Anneke von der Lippe, ið vit kenna sum "Barbu" í filminum hjá Nils Malmros. Ole Michelsen, sum um dagarnar fekk virðisløn frá starvsfeløgum í danska útvarpinum fyri gott fakligt og málsligt avrik í sendingini "Bogart", gav norska filminum 4 av tiltiknu Bogart-hattunum í fjør. Stikkorð at hava við til filmin "Stjørnurnar" í Norðurlandahúsinum mánakvøldið: vinalag, lívsgleði, tey nærmastu, deyði, sjúka og sorg.
Tøl, ið tala
Íslandskir menn hava væl betri útbúgving enn norrønu brøður teirra. 40% av teimum hava í minsta lagi 13 ára útbúgving. Í Danmark eru tað bara 23 % sum kunnu breggja sær av so mongum árum á skúlabeinki, meðan tølini fyri Noreg, Svøríki og Finnland eru ávikavíst 28%, 31% og 33%. Í síðstu viku varð norrøna hagtalsbókin "Nordisk Statistisk Årbok" løgd fram á tíðindafundi í Keypmannahavn. Bókin, sum fevnir um 300 blaðsíður við turrum hagtølum, fæst eisini við tedlufløgu, har hópurin av frágreiðingum kunnu finnast. Ritstjórin Klaus Munch Haagensen, sum starvast hjá donsku Hagstovuni sigur, at ymsu norrønu tølini nú kunnu setast saman og geva áhugaverd úrslit fyri hin forvitna. Hædd er altso tikin fyri frávikum í ymsu londunum, tá umræður savnan og uppgerð av hagtølum. Ein upplýsingur í bókini er, at í øllum Norðanlondum eru kvinnur oftari frá arbeiði vegna sjúku, samanborið við menn. Men hví hava nærum 4 % av øllum norskum arbeiðandi kvinnum verið sjúkar í minst eina viku, meðan hetta bara er galdandi fyri 1,5% av donsku arbeiðandi kvinnunum? Ritstjórin veit einki svar, men staðfestir at tølini eru røtt. Kann hugsast, at donsku kvinnurnar er bangnari fyri at missa arbeiði, um tær eru sjúkar? Norrøna hagtalsbókin fevnir eisini um tøl fyri trivnaðar- og útbúgvingarøkið, eins og mentan og kunningartøkni. H. N. Jacobsens bókahandil selur hesa, eins og aðrar líknandi bøkur frá Nordisk Ministerråd.
Tróndur til Flensborg
Hósdagin letur Tróndur Patursson upp eina framsýning við málningalist og list úr glasi í Flensborg. Tað er danska bókasavnið í býnum, sum saman við Listafelagnum í Suðurslesvík og Norrønu kunningarstovuni á staðnum skipa fyri framsýningini. Í skránni siga tey, at Tróndur arbeiðir í "klarest mulige farvekontaster som sort og blå". Norrøna kunningarstovan hevur virkað í dansk-týska marknaðarøkinum í trý ár. Í hesum sambandi verður veitslumóttøka, har evnið er Útnorður. Gestarøðari er íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, ið skrivaði søguna "Alheimsins einglar", sum fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 1995. Filmurin hjá Friðrik Thór Friðrikson, ið byggir á somu søgu, verður sýndur á norrønu filmstevnuni í grannabýnum Lübeck um vikuskifti. Eftir røðu Einar Már?s, verður høvi at síggja framsýningina hjá Tróndi. Tiltakið endar við sangi og tónleiki, sum grønlendski Rasmus Lyberth og danski Christian Alvad standa fyri.
Út at rógva
Í sambandi við alnótina verða oftani brúkt hugtøk sum at kasta, seta ella rógva. Ikki so løgi, tá ein hugsar um høvuðsvinnu okkara og hvussu vanlig henda kunningartøknin er vorðin. Tveir 25 ára gamlir fransmenn, sum dáma væl at ferðast, Moez Attia og Christophe Baillon, bjóða nú umborð á eina rætta sjóferð í telduni. Treytin er, at tú dugir franskt og ert íbundin alnótina. Undir heitinum "Fimm meginlond, fimm høpi" greiða teir báðir frá um støð, teir hava vitjað. "Verkætlanin skal læra børn í øllum heiminum at nýta nútímans samskiftismøguleikar, serliga alnótina", siga teir báðir Moez og Christophe, sum fyrst av øllum dáma væl at ferðast. Báðir fóru úr París fyri ólavsøku og hava vitjað Argentina, Kili, Kuba, Meksiko, Avstralia og Tailand. Franska heimasíða teirra fevnir um 300 myndir og brot úr videofilmum og hálvthundrað greinar. Ferðandi fransmenninir eru nú farnir eystureftir til India, Pakistan, Nepal og Bangladesh. Eftir jól ætla teir til Afrika og í summar til Eysturevropa. Annaðhvønn mánaða verður heimasíðan www.5c5c.net dagførd. Ungu ferðahugaðu fransmenninir eru lærdir teldutøkningar og vilja nýta nýggju tøknina at knýta sambond við 10-14 ára gomul børn. "Alnótin letur upp ein heilt nýggjan heim fyri teimum" siga teir báðir ferðandi teldumenninir, sum fyribils bert skriva á fronskum.