Stjørnuspælari hjá Liverpool eisini raktur av koronu

Premier League: Liverpool byrjar at fáa ítróttarligar avbjóðingar av koronu, nú annar spælarin er smittaður

Liverpool hevur boðað frá, at Sadio Mané ikki verður við um vikuskifti. Hann hevur fingið staðfest koronusmittuna. Hann verður nú avbyrgdur í 10 dagar og verður sostatt ikki við um vikuskiftið, tá Liverpool skal spæla móti Aston Villa.

Spælarin hevur boðað frá, at hann hevur sjúkueyðkenni, men at tað ikki er álvarsligt. Sadio Mané er ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá Liverpool, og tað kemur illa við, at hann ikki tøkur til dystin í morgin.

Fyrr í vikuni fekk ein annar spælari hjá Liverpool staðfest Covid-19. Talan er um spanska miðvallaran Thiago Alcântara, sum er komin til frá Bayern Munchen til hetta kappingarárið. Hann hevur bara verið á vøllinum ein hálvleik síðani skifti frá týskum fótbólti.

Fjórða umfar í Premier League byrjar í dag.

Premier League 4. umfar:

Leygardagin:

Chelsea - Crystal Palace

Everton - Brighton

Leeds - Manchester City

Newcastle - Burnley

Sunnudagin:

Southampton - West Bromwich

Leicester - West Ham

Wolverhampton - Fulham

Arsenal - Sheffield United

Manchester United - Tottenham

Aston Villa - Liverpool

Støðan: (mbl.is)

1Leicester330012:49
2Liverpool33009:49
3Everton33008:39
4Aston Villa22004:06
5Arsenal32016:46
6Crystal Palace32015:36
7Leeds32018:76
8Tottenham31116:44
9Chelsea31116:64
10Newcastle31113:44
11West Ham31025:43
12Brighton31026:63
13Man City21015:63
14Man Utd21014:53
15Southampton31023:63
16Wolves31023:73
17WBA30125:111
18Burnley20022:50
19Sheffield Utd30030:40
20Fulham30033:100