Stjørnan hevur alt kappingarárið verið mest sum stoypt fast á sætta plássið. Tær hava vunnið á Søljuni, men í aðrar mátar hava tær drigið svart. Men tað fingu tær broytt í dag.
StÍF var á vitjan, og her eydnaðist Stjørnuni at vinna ein sannførandi sigur. Millum lítið og einki bar til hjá StÍF fyri steðgin, og í seinna hálvleiki slepti heimaliðið ongan tíð takið á dystinum.
Stjørnan-StÍF 23-15 (12-5)