Stjørnuáleypari til Everton

Everton hevur í kvøld skrivað sáttmála við áleypara, ið fyri fáum árum síðani taldist millum heimsins bestu

Everton hevur í kvøld skrivað sáttmála við kamerunska áleyparan Samuel Eto’o.

 

Samuel Eto’o, ið fyri fáum árum síðani taldist millum heimsins bestu áleyparar, har hann millum annað var við til at vinna Champions League við bæði Inter Milan og FC Barcelona skiftir til Everton á einum sokallaðum free transfer, av tí at sáttmálin við Chelsea gekk út fyrr í summar.

 

Everton hevur fyrr í summar keypt belgiska áleyparan Romelu Lukaku frá Chelsea. Tískil má staðfestast, at Everton hevur eitt sera vandamikið álopspar til hetta kappingarárið.

 

Sáttmálin millum Samuel Eto’o og Everton er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini.