Stjól elektronikk úr handli

- Tjóvurin hevði tikið vørur við sær fyri slakar 1000 krónur, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at ein í handil seinnapartin í gjár boðaði frá brúksstuldri. 

 

- Hetta var ein handil, sum selur elektronikk, og tjóvurin hevði tikið vørur við sær fyri slakar 1000 krónur.

 

Løgreglan sigur, at tey fingu fatur í tjóvinum, og hetta var ikki ein unglingi, men eitt vaksið fólk.

 

- Tjóvagóðsið er latið handlinum aftur og tann, sum framdi stuldurin, verður skuldsettur fyri tjóvarí, sigur vaktleiðarin.