Stjól heiðursmerkir frá 92 ára gomlum hermanni

Fyrradagin stjól ein maður heiðursmerkini frá einum fyrrverandi bretskum hermanni á 70 ára degnum fyri D-dagin.

Breska lögreglan heldur seg vita, hvør tjóvurin er, og hon leitar nú eftir honum.

Løgreglan sigur, at tjóvurin bankaði á dyrnar í kamarinum hjá tí gamla hermanninum. Maðurin segði, at hann kom frá vatnverkinum á staðnum, og at hann skuldi kanna, um trýstið í krananum var í lagi.

Um kvøldið varnaðist tann 92 ára gamli, at ellivu heiðursmerkir, sum hann hevði fingið sum hermaður, vóru horvin. 

Bretskir fjølmiðlar siga, at tann 92 ára gamli var hermaður í deildini Grenadier Guards undir seinna heimsbardaga, og hann var í Italia og Norðurafrika tað mesta av krígnum.