Stjól øl úr hjalli

Innbrot hevur verið í einum hjalli í Leirvík.

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum hjalli í Leirvík náttina til mánadag.


Tjóvurin hevði brotið heingilásið úr rimahurðini í hjallinum, har hann hevði tikið 15-20 gulløl og ein kassa av veðr.


Persónurin, ið boðaði frá stuldrinum, helt seg eisini vita hvør viðkomandi var, ið hevði brotið inn í hjallin.


Tá in.fo tosaði við vakthavandi á løgreglustøðini fyrr í dag, kannaði løgreglan enn málið.


Annars fekk løgreglan fyrr í morgun eina fráboðan um grind. Onkur helt seg nevniliga síggja eina grind 200 metrar frá byrgingini um Haraldssund. Løgreglan fór á staðið, men skjótt varð staðfest, at talan ikki var um grind.