Stjólu framtíðina frá teimum ungu

At síggja myndir, har fólk búgva í skúr­um, er hjarta­nem­andi, eins hjarta­nem­andi og at síggja fólk búgva í flótt­a­fólk­a­legum

Eygnabráið hjá teim­um svongu og illa kløddu í blikk­skúr­um er ikki at fara skeiv­ur av - tað er merkt av mátt­loysi, troyst­ar­loysi og vón­loysi. Tey eru neyvan nøgd. Tey flestu hava búð har leingi, tí tey eru fødd inn í hend­an heim í einum blikk­skúri. Ein óvirðilig støða at koma í.

 

Tey í flóttafólkalegum hava aðr­ar for­t­reyt­ir, tí tey eru al­oft­ast flýdd frá ein­um van­lig­um hús­um og mugu sláa seg til tols við ein fyri­bils bústað, sum er ein flótt­a­fólk­a­lega. Um tey koma heim­aft­ur, tað vita tey ikki, men vón­in er har.

 

Hesi í blikkskúrunum ella í flótt­a­­fólka­legu­num kunnu ikki fara í ein banka at lána til eitt nýtt heim ella til at keypa eitt gamalt hús, nei, tey eru fangar í egn­um landi. Nið­ur­støð­an er, at hesi fólk hava tak yv­ir høvd­ið, men tey hava ikki sjálvi valt sítt heim - og sleppa ikki burtur haðani. 

 

Hvar búgva føroyingar - hvar er framtíð teirra?

 

Í Føroyum hava vit hoyrt, at nøk­ur við sosialum av­bjóð­ing­um búgva í gamla kirkj­u­garði í Havn. Undir opnum himli.

 

Eg hugsi serliga um før­oyska ungdómin og tey, sum vilja seta búgv, men ikki fáa sett búgv. Tann før­oyski ung­dóm­ur­in býr lukk­u­tíð ikki enn í kirkju­garð­i­num, í blikk­skúr­um ella í flótta­fólk­a­legum.

 

Tey hava enn møguleika at velja, um tey vilja búgva í einum lítlum kamari heima hjá for­­eldr­­­u­num ella at búgva til leigu fyri ok­urs­prís. Kanska er tað ikki líka ó­unn­i­ligt, sum í blikk­skúr­um og í flóttafólkalegum, men ó­menn­iskjans­ligt fyri tað.

 

Hesi okkara ungu eru end­aði í einari fellu, har tey ikki sleppa undir egið tak. Pen­ing­a­stovn­ar­nir vilja ikki fíggja og útboðið av leig­u­bú­støð­um er ov lítið, so íbúð­ar­spek­u­l­ant­ar seta treytirnar – so tey eru fangað á annara ogn, kanska fyri lívstíð.

 

Hví eru vit komin hartil?

 

Ja, hví eru vit komin har­til? - tað komi eg aftur til. «Í 1950- og 60-unum høvdu pol­it­ik­ar­ar visiónir». Soleiðis tók pápi mín ofta til. Hann segði, at fólk­a­pen­sjón­in kom eftir tógvið stríð sein­ast í 1950-unum.

 

Í januar 1964 kom í gildi fólk­a­tings­lóg um In­vest­er­ings­fond for Fær­ø­er­ne. Bein­an­vegin bleiv grunn­ur­in kall­að­ur 60 mill­i­ón­a­grunn­ur­in, og pápi var stolt­ur av teimum, sum høvdu lagt grund­ar­lag­ið.

 

Gaman í kom grunnurin úr Fólk­at­ing­i­num, so íløg­ur kundu gerast í vegir, havn­ir og at modernisera SEV. Alt hetta kom í lag av vis­i­ón­er­um pol­it­ikarum í Danmark og Føroyum.

 

Politikararnir hugsaðu um, hvussu borgarin hevði tað. Teir høvdu áhuga í, hvussu vinn­u­lívið hevði tað. Teir vistu, at fram­burð­ur­in liggur í, hvussu borg­ar­in hevur tað – saman við vinnulívinum og røttum í­løgum hjá landinum.

 

Fara vit um nøkur ár at minn­ast aftur á politikarar, sum høvdu visiónir fyri sam­fel­ags­heild­ina og settu tær í verk?

 

Húsalánsgrunnurin – Bústaðir

 

Í 1964 varð Húsa­láns­grunn­ur­in stovn­að­ur. Grunn­ur alra før­oyinga. Grunn­urin hevði til endamáls at veita verk­a­fólki og fólki við lág- og mið­al­inn­tøkum egnan bú­stað.

 

Húsalánsgrunnurin hevði til enda­máls, at før­oy­ing­ar - fólk við lág- og mið­al­inn­tøkum - kundu seta føt­ur und­ir egið borð. Fólk kundu fara til grunnin at fáa grund­kap­i­talin, altso viss­una fyri eitt 2. prioritets lán, so pen­ing­a­stovn­ur­in visti, at Húsalánsgrunnurin tók fyrsta skrædlið, um so varð, at lán­tak­ar­in ikki megn­aði at gjalda lánið aft­ur.

 

Hendan skipanin gjørdi, at vanligi arbeiðarin - tann tím­a­lønti, vaskikonan, land­ar­in og egnarin - saman við sín­um maka megnaði at fara til pen­ing­a­stovnin at biðja um eitt 1. pri­or­i­tets­lán við Hú­s­a­láns­grunninum sum bakki. Tað var ein grunnur, hvørs end­amál var, at fólk skuldu kunna fáa tak yvir høvd­ið.

 

Vælvildin frá pen­ing­a­stovn­u­num ­var sera stór. Sjálv­andi tað, tí pen­ing­a­stovn­ur­in kundi vera trygg­ur, eft­ir­sum 2. pri­o­ri­tets­lán­ið frá Húsa­láns­grunn­i­num var ein trygd fyri pen­ing­a­stovns­ins 1. priori­tetsláni. Í dag er ongin slík skipan. Skip­an­in riggaði tá, og hús stungu seg upp sum hunda­lond kring alt landið.

 

Hvør stjól framtíðin frá teimum ungu?

 

Peningastovnarnir eru sett­ir undir trýst seinastu ár­ini – teir fáa strangari krøv um avseting og eru und­ir strangari eftirliti á fleiri økjum, og eigararnir seta størri og størri krav til vinn­ingsbýti.

 

Vanligi lántakarin verð­ur settur undir trýst. Nú krevst, at lántakarin hevur stóra eginfígging og til­tøk­u­pen­ing­ur­in skal út­rokn­ast nágreiniliga, so møg­u­leik­ar­nir eru snøgt sagt minkaðir.

 

Pør, sum hava fingið børn, áðrenn lán skal tak­ast, eru prísgivin, og møgu­leik­ar­nir upp­aft­ur verri – alt meðan almennu mynd­ug­leik­ar­nir og Búskaparráðið ­á­var­a um ov lágan føð­i­títt­leika.

 

Í meðan ungu fólkini bíða eftir ein­um møguleika at fíggja eitt húsakeyp ella -bygg­ing, ja, so fara spek­u­lant­ar­nir avstað við øllum og­n­u­num. Kapitalurin vinn­ur á politikarunum, sum halda seg vera maktarleysar.

 

Tað nyttar einki hjá a­r­beið­ar­an­um – eitt nú tí tíma­lønta, vaskikonuni, land­ar­a­num og egnaranum - sam­an við sínum maka at fara í peningastovnin, tí krøv­ini eru ov stór.

 

Við broytingini í lógini um Hús­a­lánsgrunnin fóru poli­tik­ar­arnir yvir um mark. Langt yvir um mark! Teir strikaðu grundhugsjónina hjá grunn­i­num og stjólu har­við fram­tíð­in frá teim­um, sum ætla at seta føtur und­ir egið borð.

 

Navnið broyttu tey til ”Bú­stað­ir”! Eg spyrji bara: bú­stað­ir til hvønn?

 

Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dótt­ur og Ingilín D. Strøm hava veruliga roynt at seta ferð á møguleikan hjá før­oy­ing­um at seta búgv, men tað er skipanin sjálv, sum ikki er fyri tey lág­løntu.

 

Fremmand í egnum landi

 

Møguliga og vónandi enda tey ungu, sum ætla at seta búgv, ikki í einum blikk­skúri, á berajólum í kirkj­u­garð­i­num ella í eini flótta­fólk­a­legu, men tey eru fang­ar í egnum landi. Al­tern­a­tiv­ini hjá teimum eru at búgva inni hjá øðrum (av væl­v­ild ella fyri okursprís) ella at fara av landinum.

 

Tað er eitt paradoks, at sam­stund­is sum føroyingar ikki hava ráð at seta búgv í eg­n­um landi, eru fleiri ”fremm­and­ir” arbeiðarar í Før­oy­um, sum byggja fleiri set­hús í teirra heimlandi, hetta fyri pening, sum teir hava for­vunn­ið í Føroyum

 

Spurningurin er: hvør er ”fremm­and­ur” í Føroyum?

 

 

 

Birgir Waag Høgnesen, Vestmanna