Stjóraskifti á Norrøna Eftirskúlanum

.

Jóannes Mohr, sum hevur verið skúlastjóri á Norrøna Eftirskúlanum síðan 1987, hevur sagt seg úr starvi.

Kjell Birknes er settur fyribilsstjóri. Jóannes Mohr heldur fram sum lærari á skúlanum fram til 1. mars 1998, eftir áheitan frá nevndini.

Skúlin byrjaði virksemi sítt í leigaðum hølum í Genner í Suðurjútlandi. Hølisviðurskiftini vóru ikki góð, og í 1992 flutti skúlin so til Hygum í Norðurjútlandi, til egin og betur hóskandi høli. Í fjør varð bygt afturat, soleiðis at 16 næmingar og fleiri og harvið umleið 60 næmingar rúmast á skúlanum.

Størsti parturin av næmingunum eru altíð komnir úr Føroyum, men flytingin tey seinnu árini hevur eisini sett síni spor, og alt fleiri eru børn, ið saman við familju eru flutt til Dan-markar. Eisini eru einstakir næmingar úr Grønlandi, Noregi og Svøríki.

Næmingatalið gjøgnum árini hevur verið óstøðugt, og hevur hetta havt við sær, at tað fíggjarliga eisini hevur verið tungt.

Ynskilit er at fáa næmingatalið upp til umleið 60, og er ásannað, at um hetta skal náast, má innihaldið í skúlanum broytast, tó soleiðis at enn verður møguligt at taka bæði føroysku og donsku fráfaringarroyndina.

Nú Jóannes Mohr leggur frá sær, tekur Kjell Birknes við sum fyribilsleiðari meðan søkt verður eftir nýggjum stjóra. Kjell Birknes er ættaður úr Klaksvík og hevur starvast á skúlanum síðan hann byrjaði í 1986.