Sigurð Ó Vang hevur nú sagt upp sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Í stuttari fráboðan úr Heilsumálaráðnum beint nú, verður sagt:
Boðað skal vera frá, at Sigurð Ó. Vang hevur gjørt av at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum frá 1. juni 2015 at rokna fyri at taka við nýggjum avbjóðingum.
Heilsumálaráðið harmast um, at Sigurð fer úr starvinum, men vil nýta høvi at takka honum fyri tíðina, hann hevur virkað sum sjúkrahússtjóri, og fer at ynskja honum góða eydnu við nýggju avbjóðingini.
Sigurð Ó. Vang tók við starvinum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum tann 1. mars í 2011. Starvið var áramálssett í fimm ár.