Stjórin: Vit vóna at flúgva í ár

Nýgga farmaflogfelagið fer vónandi á flog seinni í hesum árinum

Í dag hava stigtakarar boðað frá, at eitt føroyskt farmaflogfelag verður stovnað og skal flyta vøru millum Føroyar og útlandið.

 

Bakkafrost eigur í nýggja felagnum, sum ikki hevur fingið navn enn, og alifyritøkan ætlar sær at brúka meginpartin av kapasitetinum hjá flogfelagnum úr Føroyum.

 

Nýggja felagið ætlar at leiga ella keypa eitt farmaflogfar til flúgvingina.

 

Enn er ikki kunngjørt, hvagar farmaflogfarið skal flúgva.

 

– Vit ætla ikki at siga so nógv meira beint nú, men vit arbeiða nú miðvíst við at skipa virksemið hjá nýggja felagnum, og vit vóna at koma í gongd við flúgvingini í ár, sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri í nýggja felagnum.

 

Regin Jakobsen, stjóri á Bakkafrost, verður nevndarformaður í nýggja flogfelagnum.

 

 

 

Les eisini: Føroyingar gera nýtt flogfelag