Stjórnin er ikki familjufyritøka

– Eg haldi, at talentmassin í Danmark er størri enn so, at vit skulu gera stjórnina til eina familjufyritøku, sigur Lars Løkke Rasmussen

– Eg haldi, at talentmassin í Danmark er størri enn so, at vit skulu gera stjórnina til eina familjufyritøku.

 

Tað segði Lars Løkke Rasmussen uttan fyri Amalienborg í morgun, tá hann varð spurdur um, hví hann setti Jakob Ellemann-Jensen sum nýggjan ráðharra og samstundis koyrdi systrina, Karen Ellemann, frá sum ráðfrúu.

 

Spurdur um tað var tí, at hann ikki vildi hava systkin í stjórnini, segði hann, at hann longu hevur tvey systkin í stjórnini:

 

Mette Bock, mentamálaráðfrúa, er systir formannin í Liberal Alliance, Anders Samuelsen, uttanríkisráðharra.

 

Vanligt er, at tað eru floksformenninir, sum gera av, hvør er ráðharri hjá hinum flokkunum í stjórnini, og tí er tað ikki Lars Løkke Rasmussen, sum ger av, hvørji manna ráðharrasessirnar hjá Liberal Alliance og Konservativa Fólkaflokkinum.

 

Søren Gade, sum er formaður hjá Vinstra á Fólkatingi, fer at stilla upp til valið til Evroparáðið, og stillar tí ikki uppaftur til Fólkatingið. Lars Løkke Rasmussen hevur tí skotið upp, at Karen Ellemann yvirtekur sessins sum forkvinna hjá Vinstra á Fólkatingi.

 

– Tað hevur spælt ein leiklut, at tey bæði eru systkin, men tað hevur ikki verið tað, sum hevur verið avgerandi, segði Lars Løkke Rasmussen.