? Nú kunnu vit gera okkum eina meting av, hvussu tann rættarliga ábyrgdin kann plaserast, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins, og sum var landsstýrismaður, tá samráðingarnar um bankabjargingarnar vóru í 1992 og 1993.
Jóannes Eidesgaard heldur, at løgtingið nú eigur at fáa eitt grundarlag at viðgera kanningarúrslitið á.
? Í Danmark er vanligt við spurnarorðaskiftum. Hetta kunnu vit fyri so vítt eisini gera í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur at hetta helst hevði verið rætta forumið.
Løgmaður hevur sett ein serfrøðingabólk, sum skal geva løgmanni eina niðurstøðu um, hvat stendur í kanningarfrágreiðingini. Men Jóannes Eidesgaard heldur, at tá bankakanningin nú varð samtykt av løgtinginum, so eigur løgtingið eisini at sleppa at viðgera frágreiðingina. Hann heldur, at tað rætta var, at løgmaður vendi sær til allar flokkar á tingi, sum síðan kunnu verða samdir um at seta ein bólk, sum kann eftirmeta bankakanningina.
? Tað er ikki rætt, at tað er løgmaður, sum einsamallur fær eftirmetingina - heldur hevur tað alstóran týdning, at tað er eitt samt løgting, sum stendur aftan fyri hesa avgerð, heldur Jóannes Eidesgaard.
Eitt uppskot er latið tinginum um at seta ein serfrøðingabólk, sum allir flokkar á tingi standa aftanfyri. Jóannes Eidesgaard leggur dent á týdningin tað hevur, at allir flokkara standa saman.
? Løgtingið hevur ikki so langa tíð at arbeiða í, tí 22. mars er firningarfreistin úti, so tað skal longu verða greitt, hvat løgtingið ætlar at gera. Tamm 20. februar skal bólkurin so verða liðugur við arbeiðið - so løgtingið kann fara undir viðgerðina, og seinni lata landsstýrinum tilmæli um t. d. at fara undir samráðingar, at reisa endurgjaldssakarmál o. s. fr. Eisini skal í so fall metast um, hvørjum sakarmál skal reistast ímóti, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Tú hevur sjálvur fleiri ferðir tosað um eitt sokallað tríbýtið, har landsstýrið, stjórnin og Den Danske Bank býta tær 2,7 milliardirnar sínamillum. Hugsar tú tær framvegis eina slíka loysn?
? Ja, tað kann vera ein loysn, men tá vit tosa um eitt tríbýti, so nýtist tað ikki at merkja, at allir partar skulu gjalda eins nógv, sigur Jóannes Eidesgaard, sum við hesum heldur, at føroyski parturin kanska eigur at vera minni.
Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at tað ikki eru bara tær 2,7 mia krónurnar, sum málið snýr seg um. Fyri tað fyrsta hava vit goldið eina hálva mia í rentum um árið, og harafturat kemur alt tað, sum samfelagið hevur liðið undir hesi árini, sigur hann.
? Í tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum fríggjadagin tosar forsætisráðharrin um »en passende kompensation til Færøerne?«
? Í hesum liggur tann ábyrgdin, sum stjórnin hevur av pørtum av vinnulívinum, av Fíggjareftirlitinum og partvís eisini av Fíggingargrunninum, har stjórnin hevur valt meirilutan og m. a. eisini hevur valt formannin sum tá var, Richard Mikkelsen, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Víðari sigur forsætisráðharrin: »herunder de skridt, der bør tages over for Den Danske Bank?«.
? Hervið leggur hann upp til eitt modell, sum minnir um tað, sum Javnaðarflokkurin hevur tosað um, har stjórnin, landsstýrið og danski fíggjarheimurin (DDB í hesum føri) sigur Jóannes Eidesgaard.