Stjórnin og stuðulsflokkar geva forsætisráðharranum eina nøs

Javnaðarflokkurin heldur ikki, at forsætisráðfrúan hevur gjørt nakað skeivt í minkamálinum. Tað er ein atfinning av mannagongdini

Politiski framsøgumaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum, Rasmus Stoklund, lýsir atfinningarnar at lutinum hjá forsætisráðfrúnni Mette Frederiksen sum eina atfinning at mannagongdini í málinum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Ein meiriluti, sum er stjórnin og stuðulsflokkar geva Mette Frederiksen eina nøs fyri leiklutin í Minkamálinum.

Ein nøs merkir, at ein meiriluti í Fólkatinginum kemur við atfinningum, men tað hevur ongar praktiskar avleiðingar.

Samstundis við at meirilutin gevur eina nøs til forsætisráðfrúnna, verður staðfest, at tað er ikki grundarlag fyri eini ríkisrættarsak í móti forsætisráðfrúuni.

Nøsin er ein avleiðing av frágreiðingini frá Minkkommisjónini, sum varð løgd fram í síðstu viku.

Spurdur um, hvat forsætisráðfrúan skuldi havt gjørt øðrvísi, svarar politiski framsøgumaðurin hjá Rasmus Staklund:

– Nú leggur forsætisráðfrúan upp til at broyta fleiri mannagongdir. Tí halda vit, at nøsin er eitt viðkomandi amboð. Tí tað er ein atfinning at mannagongdini. Tað er júst ikki ein spurningur um, at tað er gjørt nakað óviljað ella við vilja.

– Heldur tú, at forsætisráðfrúan hevur gjørt ein feil?

– Nei, eg haldi, at forsætisráðfrúan hevur eina yvirorðnaða politiska ábyrgd av tilgongdini, sum hevur verið.

Eisini fyrrverandi matvøruráðharrin, Mogens Jensen, fær atfinningar fyri sín leiklut.

Teknskt sæð er talan um eitt tilmæli frá Granskningsudvalget, sum er ein undirnevnd hjá Udvalget for Forretningsorden.

Tilmælið hevur stuðul frá einum meiriluta, og tí skal tað bara formliga samtykkjast av Udvalget for Forretningsorden.

Andstøðan stuðlar ikki tilmælinum og nøsini, tí flokkarnir í andstøðuni halda, at óheftir advokatar skulu meta, um grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli ímóti forsætisráðfrúnni.

Minkkommisjónin kom fram til, at stjórnin á einum tíðindafundi, har hon upplýsti, at allir minkar í Danmark skuldu avlívast, hevði framt »grova villleiðing« av almenninginum og minkaalrum.

Tað var ikki heimild til at krevja allar minkar avlívaðar.

Forsætisráðfrúan fekk í frágreiðingini atfinningar fyri at hava skundað undir eina tilgongd, sum ráðið átti at sæð kundu økja um vandan fyri mistøkum.

Minkkommisjónin skuldi sum vanligt fyri slíkar kommisjónir ikki taka støðu til ábyrgdina hjá politikarum. Bara hjá embætisfólki.

Ábyrgdin hjá politikarunum er upp til Fólkatingið at taka støðu til.

/ritzau/

 

Politiski framsøgumaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum, Rasmus Stoklund, lýsir atfinningarnar at lutinum hjá forsætisráðfrúnni Mette Frederiksen sum eina atfinning at mannagongdini í málinum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix