Stockholm to the Max

ÚTFLUTNINGSVØRA. Tá MTV valdi ein pall í Stockholm at handa tónleikavirðislønir, var tað eisini tí, at sviar eru framúr at skapa tónleik. Triðbestir í øllum heiminum

 

Birgir Kruse

Tónleikavika var herfyri í Stockholm har evropeisku MTV virðislønirnar vórðu latnar á pallinum í Globen. Samstundis varð skipað fyri hópin av tónleikatiltøkum í øllum býnum. Millum annað varð kunngjørd ein almenn frágreiðing, har staðfest varð, at sviar eru triðbestir, tá umræðar at flyta út tónleik. Svenski høvuðsstaðurin Stockholm hevur sostatt enn einaferð eydnast at koma á hvørja framsíðu í poppverðini og í blinkstrandi MTV kring allan knøttin.

Og ikki er tað uttan orsøk, at fólk, ið fáast við tónleik á altjóða støði, seta hvør øðrum stevnu í Stockholm. Her er m.a. upptøkuhølið Cheiron Studio, har Martin Sandberg, sum eisini gongur undir nøvnunum Martin White og Max Martin, hevur skapt hópin av altjóða popp-stjørnum. Ella í hvussu er fleiri av sangum teirra. Telja vit upp, kunnu vit nevna 16 sangir hjá Backstreet Boys, 15 sangir hjá Britney Spears, 11 sangir hjá 5ive, 8 hjá Westlife, 5 hjá ?N Sync og stakar sangir hjá Celine Dion og Boyzone. Og tað eru ikki bara nakrir tilvildarligir sangir í sangskráum teirra. Eitt nú ?Baby, one more time? hjá Britney Spears bleiv til millum hendurnar á Martini Sandberg, alias Max Martin í Cheiron upptøkuhølunum í Stockholm í 1998.

Cheiron Studio, sum varð stovnað í 1993, letur nú aftur. Virksemið verður tikið upp aftur í Cosmos Studios, sum eisini eru í Stockholm. Ivaleyst verður hetta ein nýggj slagaraverksmiðja. Cheiron er kentaurur í grikskari mytologi, sum lærir kongsins synir at dansa og syngja.