Meðan Víkingur náddi at fara avstað undan illveðrinum og mjørkanum til Gibraltar, so hevur HB havt eina longri ferð til Wales, har liðið skal møta Newton AFC. HB vann fyrra dystin 1-0 við máli, sum Bartal Wardum stútaði eftir hornaspark.
HB skuldi fara avstað mánadagin fyrrapart, men tað bleiv útsett til týsdagin. Ferðalagið slapp ikki avstað fyrr enn seinnapartin. Komið til Edinburgh í Skotlandi tók tað tríggjar tímar at fáa viðføri.
- Leiðin er stutt, men ferðin er drúgv. Umframt at vera gott og væl eitt samdøgur seinkaði, skuldi ferðalagið eisini bíða í tríggjar tímar eftir viðførinum í Edinburgh, skrivaði HB á Facebook.
Síðani hevur gingið eftir ætlan. Úr HB-leguni verður sagt, at tað eru góðar umstøður bæði til gisting og venjing. HB hevur somu spælarar tøkar til dystin í kvøld, sum teir høvdu til dystin á Ovara vølli fyri eini viku síðan. Spælararnir hjá Newton AFC tóktust ikki hava somu orku sum spælararnir hjá HB, men teir vístu, at teir stríða seg til kjansir.
Um HB vinnur, skal liðið til Slovakia at spæla móti Spartak Trnava. Dysturin í Wales byrjar klokkan 18.15. FM1 fylgir gongdini í dystinum, meðan beinleiðis frásøgn verður frá dystinum í Gundadali millum B36 og FK Borac Banja úr Bosnia Hersegovina.
##med2##
##med3##
##med4##