Støðan í oddinum í bestu sponsku deildini er óbroytt eftir vikuskiftið. Trý tey fremstu liðini vunnu øll sínar dystir.
Atletico Madrid, ið er oddalið í deildini, spældi á heimavølli móti Villareal. Atletico Madrid vann dystin 1-0 við einum málið frá Raul Garcia, ið hann skoraði longu eftir eitt korter av dystinum.
Barcelona spældi á heimavølli móti Real Betis. Barcelona vann dystin 3-1. Stóra stjørnan á Barcelona liðnum, Lionel Messi skoraði 2 mál fyri heimaliðið, meðan hitt málið hjá Barcelona var eitt sjálvmál frá Real Betis. Real Betis fekk tó eisini eitt mál í rætta endanum og tann, ið skeyt tað málið var spanski framherjin, Ruben Castro Martin.
Cristiano Ronaldo var ikki við í hópinum í gjár, tá Real Madrid á útivølli spældi móti Real Sociedad. Saknurin av Cristiano Ronaldo var tó ikki so stórur, sum fleiri høvdu væntað áðrenn. Real Madrid vann ein greiðan 0-4 sigur á útivølli. Tann sum byrjaði málveitsluna fyri Real Madrid var fyrrverandi Real Sociedad leikarin, Asier Illarramendi. Hinir málskjúttarnir hjá Real Madrid vóru Gareth Bale, Pepe og Alvaro Morata.
Støðan millum 3 tey fremstu liðini í La Liga er soleiðis, nú tað resta 6 umfør av kappingini.
1. Atletico Madrid, 79 stig
2. Barcelona, 78 stig
3. Real Madrid, 76 stig.
Atletico Madrid - Villareal 1-0 (1-0)
1-0 Raul Garcia, 14.
Barcelona - Real Betis 3-1 (1-0)
1-0 Lionel Messi, 14.
2-0 Jordi Figueras (sjálvmál), 67.
2-1 Ruben Castro Martin, 69.
3-1 Lionel Messi, 86.
Real Sociedad - Real Madrid 0-4 (0-1)
0-1 Asier Illarramendi, 45.
0-2 Gareth Bale, 67.
0-3 Pepe, 85.
0-4 Alvaro Morata, 88.