Støðan hjá teimum fátæku í føroyum er versnað hesi seinatu árini. Og serliga órógvandi er tað, at talið á børnum, sum liva í veruligum fátækadømi, er vaksið.
Tað sigur Annlis Bjarkhamar, sum tók stig til vælgerandi felagsskapin, Í Menniskjum Góður tokki.
Hagstovan hevur nýliga gjørt eina nýggja uppgerð um fátøkadømið í Føroyum.
Hetta eru tey tølini, samgongan hevur bíðað eftir.
Í farna mánað legði andstøðan eitt uppskot fyri Løgtingið um fátækadømi, men samgongan vildi ikki taka undir við tí. Ein grundgeving var, at tey vildu bíða eftir hesum nýggju tølunum. Og tey duldu ikki fyri, at tey væntaði, at støðan fór at vera betri, enn var, tá ið seinasta uppgerðin varð gjørd, tí síðani eru fleiri tiltøk sett í verk.
Men Annlis Bjarkhamar sigur, at tað øvugta her hent, og at støðan er versnað
Hon sigur, at talið á føroyingum í fátækaváða, er vaksið Men serliga órógvar tað hana, at talið á børnum, sum liva í veruligum fátækradømi, er vaksið við 24 prosent í tvey ár.
Trýst HER og les, hvussu Annlis Bjarkhamar metir støðuna, nú nýggja uppgerðin er komin frá Hagstovuni um fátækadømið í Føroyum.